JN

Røða ið Ingolf S. Olsen helt um fiskivinnunýskipanina

...

2017-12-09 12:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Harra formaður

Loksins bleiv álit skrivað, so uppskotið til lóg um sjófeingi kundi fáa hesa aðru viðgerð.

Ferðin hevur verið baldrut við bæði stormi og hørðum streymi, og ja, eg skal viðganga, at fitt av farminum, sum vit løgdu frá landi við, er skolaður fyri borð, tá tað til tíðir hevur brotið í bæði borð.

Men kortini hava vit vunnið upp land við eini nýskipan, har bulurin er heilur, og tá hetta uppskotið um fáar dagar verður endaliga samtykt, vil tað vera størsti politiski leikurin í Føroyum, síðani niðurskurðin og fastfrystingina av ríkisstuðlinum í 2002.

Og báðir hesir leikirnir, blokkniðurskurðurin í 2002 og hesin, vit nú flyta, hava eitt felags mál ??? at flyta Føroyar stór fet fram á leiðini ímóti sjálvbjargni.

Tað er ikki júst tað, sum hevur eyðmerkt ógvusliga kjakið um fiskivinnunýskipanina, sum vit hava verið vitni til, síðani henda samgongan tók við. Kjakið hevur fyri tað mesta snúð seg um uppboðssølu av rættindum kontra frítt umsetilig langtíðarrættindi, kvotur kontra fiskidagar, stóru fiskivinnuøkini kontra høvuðsstaðin, antitrust kontra miðsavnan á fáum hondum o.s.fr.

Men eitt av høvuðsmálunum við fiskivinnunýskipanini er at styrkja ta einu grundsúluna undir okkara samfelagsbúskapi, nevniliga fiskivinnuna.

Lat ongan iva vera um tað. Men eg sigi EITT av høvuðsmálunum, tí tey eru fleiri. Og við uppskotinum, sum tað fyriliggur nú, røkka vit fram á leið ímóti øllum teimum málunum, vit settu okkum, tá samgongan varð skipað. Gaman í, vit røkka longri fram ímóti summum málum og styttri fram ímóti summum.

Men kósin varð sett eftir løgtingsvalið 1. september 2015, og kósin er hildin.

Við nýggju lógini um sjófeingi leggja vit lunnar undir eina fiskivinnu,

- Sum tryggjar, at alt tilfeingið í havinum framhaldandi er ogn Føroya fólks.

- Sum tryggjar, at øll fiskirættindi til føroyskt tilfeingi bara kunnu vera á føroyskum hondum.

- Sum tryggjar lívfrøðiliga burðardygga veiðu við støði í umsitingarætlanum, grundaðar á stovnsrøkt.

- Sum steðgar spekulasjón við fiskirættindum ??? fiskirættindi kunnu ikki vera ein handilsvøra millum privatar seljarar og keyparar.

- Sum eggjar til størst møguliga virðisøking í Føroyum, soleiðis at vit kunnu fáa nógv meira burtur úr okkara tilfeingi enn í dag og harvið eisini størri samfelagsavkast.

- Sum skapar grundarlag fyri størri og meira fjølbroyttum virksemi kring ALT landið.

- Sum tryggjar, at mest møguligt av veidda tilfeinginum verður gagnnýtt og ført til lands.

- Sum tryggjar eitt rættvísari býti av samfelagsvirðunum.

- Sum tryggjar, at øll kunnu bjóða seg fram at reka fiskivinnu í Føroyum.

- Sum samstundis tryggjar, at tey, sum reka fiskivinnu í dag, kunnu halda áfram, soleiðis at virðismiklu førleikarnir, sum hesi hava, framhaldandi kunnu verða vinnu, landi og fólki at gagni.

- Sum tryggjar, at virki á landi kunnu koma fram at veiddu rávøruni.

- Sum tryggjar manningunum skipað viðurskifti við tað, at tær skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum.

O.s.fr, o.s.fr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder