Politikkur

Røða hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Annika Olsen, tá hon setti altjóða brekdagin 3 des 2013

...

2013-12-03 21:29 Author image
placeholder

Í sambandi við Altjóða Brekdagin, ið er í dag, 3. desember, helt landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen hesa røðu

Umframt at landsstýriskvinnan setti dagin, var áhugaverdar framløgur, m.a. røddi Kaj Joensen, journalistur, um ??????Brek í fjølmiðlunum??? ??? hvussu sæst fólkið handan brekið aftur???, Marjun Magnussen, deildarstjóri í Almannamálaráðnum, greiddi frá um ???Bústaðarpolitikkur í Føroyum???, og Svend Sivertsen, arkitektur, tosaði um ???Hvussu kann arkitekturur tryggja inklusión fyri tey, sum bera brek???.

Endamálið við degnum er at birta undir fatanina fyri brekevnum, og at savna stuðul um virðing, rættindi og vælferðina hjá persónum, sum bera brek. Tað eru Sameindu Tjóðir, sum í 1992 setti á skrá altjóða brekdagin. Hetta er triðju fer at dagurin verður hildin í Føroyum. Hesin hátíðardagur skal hjálpa til at bøta um viðurskiftini hjá øllum, sum bera brek, í Føroyum. Ráðið fyri brekað, Almannamálaráðið og MBF skipa dagin.

Góðan dag øll somul,

Eg fari fyrst at takka Ráðnum fyri brekað, at tit skipa fyri hesi degi, og at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð, nú vit hátíðarhalda altjóða brekdagin.

Hetta er 21. árið, at altjóða brekdagurin verður hátíðarhildin kring heimin. At gerast 21 ár er fyri flestu okkara ein tíð, tá vónir og væntanir til lívið eru við at gerast veruligir. Vit eru blivin sjálvbjargin og byrja at náa tí, vit hava sett okkum fyri.

Fyri ung, sum bera brek, er tað at gerast 21 ár, teirra dreymar og mál ikki stórt øðrvísi enn hjá øðrum 21 ára gomlum. Munurin er tó, at tey hava vunnið á nøkrum fleiri forðingum fyri at koma har, tey eru. Og ongin kann steðga teimum.

Soleiðis stendur at lesa á einari heimasíðu hjá Altjóða brekdegnum, 3. desember. Tað er áhugavert og lívsjáttandi at lesa frásagnirnar hjá 21 ára gomlum avstraliarum, sum bera brek. Ein teirra er Tess Pearce, sum júst er komin inn á løgfrøðiliga útbúgving. Men hennara væntanir og vónir steðga ikki her. Tá hon er liðug við lesnaðin, ætlar hon sær at verða professionellur brek-advokatur.

Tá Tess hugleiðir um, hvussu tey komandi 21 árini fara at verða, sigur hon: ???Eg gleði meg til eg verði 42. Tá vóni eg, at eg búgvi í einum samfelagi, har fólk, ið bera brek, verða virðismett á jøvnum við onnur og verða sædd sum virðismikil, klók, eiggilig ??? og ikki meira sum ein byrða.???

Í mai í ár vitjaði Norðurlendski Vælferðardepilin, NVC, í Føroyum. NVC skipaði m.a. fyri einum seminari her í Norðurlandahúsinum, har eitt av evnunum var, hvussu fólk við breki verða myndað í fjølmiðlunum, og hvørja ábyrgd fjølmiðlar og politikarar hava í mun til hetta.

Ein drúgv frágreiðing: ???Kultur, media och synlighet??? var grundarlag undir umrøðuni. Lyklaorðið í frágreiðingini er ???Ongar forðingar???. Verða forðingar burturbeindar, kunnu alsamt fleiri borgarar luttaka í samfelagslívinum, í fjølmiðlunum, í mentanarlívinum og ítróttini.

Fjølmiðlarnir hava ógvuliga stóran týdning í mun til, hvussu vit síggja og fata veruleikan. Fjølmiðlarnir eru í stóran mun norm-setarar ??? tað, sum verður tikið fram, tað, sum verður víst í fjølmiðlunum, er tað, sum er normurin, tað ???normala???.

Eitt av endamálinum við frágreiðingini er at vísa á, at fyri tað fyrsta eru fólk, ið bera brek undirumboðað í fjølmiðlunum. Og fyri tað næsta verða fólk, ið bera brek, tá tey eru í fjølmiðlunum, aloftast lýst antin sum ???hetjur??? ella ???offur???.

Tað kann t.d. verða at ein við breki hevur megnað eitthvørt fantastiskt, hóast sítt brek. Ella onkur við breki ikki sleppa at vera við í samfelagslívinum vegna manglandi atkomu ella líknandi ??? at tey eru eitt offur vegna sítt brek.

Endamálið við frágreiðingini er at fáa vent hesum rákinum, til at fólk, ið bera brek, verða meira sjónlig, og eru í fjølmiðlunum og mentanarlívinum á jøvnum føti við øll onnur. Tað kann eitt nú vera, at fólk, ið bera brek, eru sjónvarpsvertir ella gera sendingar, eru við í kjaki, sum einhvør annar borgari, og ikki vegna sítt brek. At tað verður alt meira vanligt at síggja fólk, sum bera brek, sum vanligir samfelagsborgarar, heldur enn nakað sermerkt, sjáldsamt.

Hetta er eisini eitt av málunum í ST-breksáttmálanum, grein 30, um luttøku ??? at fólk, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur skulu vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti. Og hetta skal ikki avmarkast til einans at fevna um atkomu, men hetta snýr seg eisini um at vera ein virkin luttakari.

Til ber at brúka fjølmiðlarnar at bjóða normunum av. Heldur enn at konsolidera fordómar og avmarka menniskju, kunnu vit bjóða kliché???um av og broyta áskoðanina hjá fólki á onnur og á seg sjálvan.

Vit skulu tryggja okkum, at fjølmiðlarnir spegla fjølbroytni í samfelagnum ??? ikki fávitskuna. Ein av søgunum í frágreiðingini ???Kultur, media och synlighet??? er um Tare Teksum, ið var við í norsku sjónvarpssendirøðini Ingen grenser. Luttøkan í sendingini vísti seg at verða ein hornasteinur í hansara lívi. Sum hann sigur: ???Áðrenn var eg einsamallur og avbyrgdur, eg kendi meg ekskluderan, uttan arbeiði, sum ein byrða fyri samfelagið. Nú er alt vent á høvdið. Eg havi vinir, arbeiði og kenni meg virðismettan, eri eftirspurdur sum fyrilestrahaldari og eftirspurdur sum vinur???.

Tað hevur týdning, at fólk við breki kenna, at tað er brúk fyri teimum, teirra samfelagsíkasti og førleikum. Heldur enn at ekskludera fólk, ið bera brek, skulu vit innrætta okkara samfelag, so fólk við breki, eins og øll onnur kunnu luttaka í øllum samfelagstáttum, og á arbeiðsmarknaðinum eftir førimuni. Sum samfelag skulu vit verða rúmlig og liðilig, og tað skal ikki verða samfelagið og skipanirnar, sum eru forðingin fyri einum virknum lívi.

At tryggja ein rúmligan arbeiðsmarknað er eitt av mínum høvuðsmálum sum landsstýriskvinna í almannamálum. Tí var eg ikki sørt errin, tá Løgtingið í fjør einmælt samtykti løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Við nýggju lógini eru fleiri amboð at nýta til at fara virkið inn at tryggja, at fólk ikki enda uttan fyri arbeiðsmarknaðin.

Umframt at skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað løgdu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og eg í fjør Bústaðarpolitikk landsins fram. Talan er eisini um eitt nýbrot. Bústaðarpolitikkurin skal virka fyri, at øllum verður tryggjað atgongd til ein góðan og tryggan bústað. Góðir bústaðir eru ein grundleggjandi súla í einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi. Tí haldi eg, at tað er gott, at Ráðið fyri brekað hevur sett hetta á skrá til dagin í dag.

Yvirskipaða málið er, at flest øll skulu vera sjálvhjálpin og við sínari inntøku sjálv fáa til vega egnan bústað. Politiska uppgávan er at tryggja, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin eru á einum støði, so fólk ??? uttan mun til, hvar tey eru í lívinum ??? fáa nøktandi heim í mun til teirra tørv.

Tí er týdningarmikið at hava ein fjøltáttaðan og dynamiskan bústaðamarknað, sum møtir tørvinum hjá tí einstaka: ungum, lesandi, støkum, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum. Flest øll eru samd um, at bústaðurin skal nøkta tann grundleggjandi tørvin á tryggleika og trygd fyri lív og heilsu.

Ein góður og tryggur bústaður er fyritreytin fyri inklusión, virkni og luttøku í samfelagnum. Ein góður og tryggur bústaður er grundarlagið undir sømiligari menniskjaligari tilveru. Tað er tí avgerandi neyðugt fyri lívsgóðskuna hjá fólki og fyri vælferðina í samfelagnum, at flest møgulig fáa møguleikan at búgva trygt og væl. Endamálið við arbeiðinum, sum nú er farið í gongd, er, at føroyski bústaðamarknaðurin ikki longur skal útihýsa, men fevna. At øll í Føroyum kunnu búgva væl, lið um lið.

Bústaðarumstøðurnar hava stóra ávirkan á frælsi og sjálvbjargni hjá tí einstaka búfólkinum. Við nøktandi bústaðarumstøðum kunnu atlit í størri mun takast at tørvi, ynski og førleikum hjá einstaka borgaranum, umframt at bústaðarumstøðurnar í stóran mun skapa karmar fyri øðrum sjálvsøgdum rættindum, sum eitt nú øktum sjálvræði og sjálvsavgerðarrætti, umframt rættinum til heima- og privatlív.

??ll, uttan mun til brek, skulu hava møguleikan at skapa eitt heim við støði í egnum ynskjum og tørvi.

Eg fari enn einaferð at takka fyri, at sjóneykan verður sett brekøkið, nú vit hátíðarhalda altjóða brekdagin, og gleði eg meg at hoyra áhugaverdu innleggini, og ikki minst kjakið, sum verða seinnapartin.

Eg fari at enda við slagorðinum hjá evropeiska brekfelagsskpainum - ???Nothing about us without us??? ??? Onki um okkum, uttan okkum. Lat hetta eisini verða okkara slagorð í Føroyum, at tá vit taka avgerðir, sum viðvíkja brekøkið, skulu umboð fyri brekøkið verða við at taka avgerðirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder