Landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu gerast partur av COP21 verðurlagssáttmálanum fyrst í komandi ári. Tað boðaði løgmaður seinnapartin frá í røðu síni á Arctic Circle í Reykjavík. ??tlanin samsvarar við grønu kósina hjá samgonguni.
"Samgongan hevur sett sær fyri, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku innan 10 ár, og at í 2030 skal øll elorka á landi stava frá varandi orkukeldum. Stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast, til tess at eggja grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu", vísti løgmaður millum annað.
COP21 veðurlagssáttmálin, ið vanliga verður róptur Paríssáttmálin, boðar frá einari hugburðsbroyting innan veðurlagspolitik. Kina, USA og mong onnur lond hava longu tikið undir við Paríssáttmálanum. Endamálið við sáttmálanum er at tálma vøksturin í útláti av vakstrarhúsgassi.
Sløk 2.000 fólk taka lut í Arctic Circle hetta vikuskiftið.
Lesið røðu løgmansher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald