Ítróttur

Røða: Bragdið í Baku

...

2016-09-15 19:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er mín vón, at frálíka úrslitið hjá Helga Dam Ziska í Baku slóðar fyri enn einum frambroti í føroyskari telving. Vit hava sæð í øðrum ítróttagreinum, hvussu sterk og sannførandi einstaklingaavrik kunnu menna eina heila ítróttagrein.

Tað segði løgmaður millum annað á hátíðarløtu seinnapartin í Tinganes fyri Helga Dam Ziska, stórmeistara í talvi.

"Tað er eitt bragd, sum tú hevur rokkið. Seinastu fýra árini hevur tú tikið eina krevjandi útbúgving í Edinburgh samstundis sum tú støðugt hevur tikið teg fram í telving. Hetta er rættiliga óvanligt. Og tú ert ein óvanliga gávaður telvari", vísti løgmaður á í røðu síni.

Røða løgmans kann lesasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder