Elin Henriksen:
Røða á fólkafundi á vestanstevnu í Sandavági, 15. juli 2018
Gott fundarfólk, góðu áhoyrarar!
Fyrst av øllum fari eg at takka fyri høvið at siga nøkur orð her á hesum stað í sambandi við, at tað næsta ár eru liðin 200 ár, síðan Vencil Ulrikus Hammershaimb var borin í heim. Og júst á hesum stað, á løgmansgarðinum í Sandavági, livdi hann síni fyrstu barnaár.
Hammershaimb kenna vit fyrst og fremst sum tann, ið gav okkum ta hammershaimbsku stavsetingina, tað føroyska skriftmálið. Meðan hann las gudfrøði í Keypmannahavn, ferðaðist hann til Føroya at savna kvæði og onnur fólkaminni. Hann skrivaði við tí skriftmálinum, sum hann sjálvur saman við øðrum hevði skapað. Tilfarið varð givið út í 1840???unum, og í 1854 kom tann fyrsta mállæran frá Hammershaimb.
Onnur høvdu skrivað á føroyskum fyri ta tíð. Jens Christian Svabo hevði skrivað orðabók í 1770???unum, og fleiri høvdu skrivað kvæði upp. Í 1823 kom týðingin hjá Johan Hendrik Schrøter av Matteusarevangeliinum, sum varð borin í hvørt hús í Føroyum.
Alt, sum var skrivað á føroyskum undan Hammershaimb, var skrivað við ljóðfrøðiligari, fonetiskari, stavseting. Tað vil siga, at hvør skrivaði soleiðis, sum málførið, bygdarmálið, hjá honum ljóðaði; eitt slag av ljóðskrift. Fyrr í tíðini var munurin millum tey ymsu málførini størri, enn hann er í dag, og tað var ikki altíð, at fólk kring landið kendust við hetta málið, sum tey sóu á skrift, tí tað var so fjart frá teirra egna máli.
Vit skulu ikki so langt aftur í tíðina, tá ið munirnir millum málførini vóru nógv størri, enn teir eru nú. Fyrstu ferð, eg var í Suðuroy, var eg 10 ára gomul. Og tá var eingin vón um at spæla við hini børnini - eg skilti ikki eitt orð, sum tey søgdu. Ein javnaldri mín segði frá mammu síni úr Suðuroy, sum fekk mann higan úr Sandavági, at fyrstu ferð hon sum ung kom norður at vitja verfamiljuna, fekk hon lítið við av tí, sum tey prátaðu um sínámillum - hon skilti ikki málið!
Nú á døgum kunnu vit illa hugsa okkum eina stavseting, sum bara var galdandi fyri onkrar oyggjar. Við stavsetingini hjá Hammershaimb fingu vit eitt skriftmál, sum kann verða brúkt um alt landið. Tað fevnir um øll málføri.
At vit fingu eina upprunafrøðiliga, etymologiska, stavseting, kunnu vit bæði takka Vensili Hammershaimb fyri og teirri tíðini, hann livdi í. Um tað mundið, tá ið hann las í Keypmannahavn, var rákið í mentanini tað romantiska; tað at venda aftur til røturnar. Hann var eisini komin í samband við íslendskar studentar og ikki minst danska málfrøðingin og fólkaminnisgranskaran Svend Grundtvig. Hetta, saman við áhuganum hjá Hammershaimb fyri fornnorrønum, var tað, sum skapti grundarlagið fyri, at vit fingu ta stavsetingina, sum sum vit framvegis hava.
Líka síðan skriftmálið varð til, hava tað verið ymiskar meiningar um tað. Onkuntíð eru tær ymsu áskoðanirnar brostnar saman í stríð, men meginpartin av tíðini hava vit livað í friði, hóast ymsar hugsanir. Sæð aftaná, nú eini 170 ár seinni, haldi eg, at vit kunnu fegnast um, at tað var hesa stavsetingina, vit fingu. Onkur lýti hevði hon, okkurt er rættað síðan, men skriftmálið hevur eisini verið ført fyri at laga seg til broyttar tíðir og taka ímóti bæði nýskaptum orðum, nýggjyrðum, og tøkuorðum úr øðrum málum.
Men tað er stórur munur á, hvussu fólk brúktu málið á døgum Hammershaimbs og so nú. Tá var meginparturin av samskiftinum beinleiðis millum fólk. Tey sóu hvør annan, meðan tey tosaðu og lurtaðu. Við tíðini hevur tað skrivaða málið fingið nógv størri týdning, og tað hevur so aftur ávirkað talumálið. Tað er blivið meira eins kring landið, og vit hoyra ikki líka stórar munir millum tey ymsu málførini longur - eisini tí at vit flyta so nógv millum oyggjarnar.
Nú á døgum er tað púra sjálvsagt, at vit hava eina stavseting og eitt skriftmál. Men tað er tað ikki vorðið av sær sjálvum. Tað hevur kravt og krevur framvegis, at tað eru fólk, sum eru góð við málið og vilja stríðast fyri tí. Vit gloyma ofta, hvussu stutt síðan tað er, at skriftmálið gjørdist fólkaogn. Abbar og ommur mínar dugdu ikki at skriva føroyskt, hóast skriftmálið hevði verið til í eina hálva øld, tá ið tey fóru í skúla. Tey lærdu seg sjálv at lesa føroyskt. Onnur omman skrivaði á donskum, og hin omman skrivaði ljóðskrift; hon stavaði orðini soleiðis, sum hon segði tey. Foreldur míni fóru í skúla um tað mundið, tá ið tað aftur var loyvt at undirvísa á føroyskum í fólkaskúlanum. Frammanundan hevði tað verið kravt, at undirvísingin skuldi vera á donskum. Og tá ið eg gekk í skúla, vóru næstan allar skúlabøkurnar á donskum, eisini í teimum yngstu flokkunum.
Síðan tá er hent so ómetaliga nógv við skriftmálinum hjá okkum. Serliga, tá ið tað gjørdist lættari og bíligari at prenta bøkur; tá kom av álvara ferð á bókaútgávurnar. Vit fingu eitt stórt úrval av bókum á føroyskum, bæði barna- og ungdómsbøkur, yrkisbøkur og skaldsøgur, og tað hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri at styrkja støðuna hjá móðurmálinum.
Nú á døgum sær tað tó út, sum bøkur og bløð fáa alsamt minni týdning, samanborið við loftbornar miðlar, so sum útvarp, sjónvarp, filmar og internet. Og tað ávirkar eisini málið. Talumálið fyllir nógv meiri, nú tíðindi og undirhald í størri mun koma úr útvarpi og sjónvarpi. Og tað verður heldur ikki arbeitt líka nógv við tí málsliga partinum í fjølmiðlunum, sum tað varð í prentaðum bókum og bløðum.
Og ikki minst, so er ein stórur og vaksandi partur av tí, sum vit fáa inn, á enskum. Filmar, sjónvarpsrøðir, telduspøl, youtube og heimasíður. Leikluturin hjá bókum og bløðum minkar, og samstundis veksur ávirkanin úr øðrum málum.
Tað eru tey, sum siga, at tað bilar ikki. Tey siga, at málið hjá okkum er nóg rótfest til at kunna taka ímóti ávirkanini úr øðrum málum; at tað er í lagi, at móðurmálið broytist og lagar seg til onnur mál. Jú, tað fer altíð ein ávís tillaging fram. Vit fáa nýggj hugtøk og nýggjar lutir alla tíðina, og vit mugu hava orð fyri øllum hesum.
Eitt er, at nógv nýggj orð koma inn í málið. Men streymurin av fremmandaorðum er so mikið stórur, at tað ber neyvan til at fáa serføroysk orð fyri alt - og tað er heldur ikki vist, at tað er tað besta. Tað, sum hevur týdning, er, at tey nýggju orðini kunnu fáa eina stavseting og eina bending, sum hóskar til føroyskt, og soleiðis kunnu gerast partur av okkara orðfeingi sum tøkuorð. Sjálvandi treytað av, at tey ikki troka burtur føroysk orð og orðingar, sum vit áttu frammanundan.
Men tað, sum verri er, tað er, at nógv av okkara ríka orðatilfari er í vanda fyri at verða gloymt. Tað er einki løgið í, at vit ikki longur duga orð og orðingar, sum hava við tað gamla bóndasamfelagið at gera, og tað bilar kanska heldur ikki. Men tað sær út, sum kunnleikin hjá uppvaksandi ættarliðnum um púra vanlig orð um ting og fyribrigdi á føroyskum minkar. Eisini sovorðið, sum vit fyrr bara lærdu av at tosa saman, tað kemur nú inn í teirra hugaheim á útlendskum máli, serliga enskum, og so við og við sníkja alsamt fleiri ensk orð og orðingar seg inn í málið.
Summi siga, at tað bilar ikki, vit skulu heldur frøast um eitt ríkari orðatilfar, tá ið vit bæði hava føroysk og útlendsk orð at velja í. Men tað, sum vit higartil hava sæð, er, at um einki verður gjørt fyri at varðveita tey føroysku orðini, so hvørva tey, og tey útlendsku verða verandi eftir. Mátin at seta orðini saman í setningar er eisini ofta farin at nærkast enskum.
So er eftir at spyrja, um tað ger nakað. Vit liva í einari tíð, har altjóðagerðin gongur skjótari og skjótari, og vit kunnu ikki byrgja okkum av í okkara egnu málsligu verð. Og bara vit skilja hvør annan, so man vera í lagi. Málið er til at samskifta við, siga tey.
Sjálvandi mugu vit nú eins og fyrr duga onnur mál. Men tað merkir ikki, at okkum nýtist at missa okkara egna mál, tvørturímóti.
Tí fyri hvørja ferð, vit missa okkara egna mál á onkrum øki, so missa vit eisini eitt petti av okkara egna samleika. Málið er at samskifta við, men tað er so nógv annað umframt. Málið er eisini tað, sum vit fata og sannkenna heimin uttan um okkum og okkum sjálv við. Heimurin uttan um okkum er hetta, sum vit síggja her. Fjøllini, hagin, bøurin, sjógvurin, bygdin, húsini, gøturnar, blomstrini, fuglarnir, yðjandi lívið í fjøru og sjógvi. Duga vit ikki longur orðini, sum lýsa alt hetta rundan um okkum, hvussu skulu vit tá læra tað at kenna og soleiðis blíva góð við tað. Vit mugu vita, hvussu tað eitur, vit mugu kenna orðini, sum greiða frá umhvørvinum í skiftandi veðri og árstíðum. Duga vit ikki orðini um landið, vit liva í, so verða vit fremmand mótvegis tí. Vit mugu kenna náttúruna fyri at verða góð við hana. Og tað, sum vit eru góð við, tað eru vit eisini til reiðar at leggja orku í at varðveita og verja. Missa vit orðini um tað, sum stendur okkum næst, so er tað ikki bara ein málmissur. Tí harvið missa vit eisini fatanina av okkum sjálvum sum menniskju í júst hesum landinum, sum vit búgva í. Vit missa tilknýtið til landið.
Missa vit orðini, sum vit higartil hava átt, so eru vit eisini í vanda fyri at missa tilknýtið til ta mentan, sum hevur gjørt okkum til tey, vit eru. Mentan í breiðari merking, frá søgum og sangum til handverk, list og trúarlív. Mentan er eisini, hvussu samveran millum menniskju fer fram, og hvussu vit halda høgtíðir og serligar dagar, eisini eina stevnu sum hesa. Hvørt einasta øki hevur sítt málsliga tilfar, og duga vit ikki tað, so kenna vit heldur ikki mentanina, sum vit eru partur av. Vit verða fremmand fyri henni.
Viðhvørt verður sagt, at tað ger einki, um tað yngra ættarliðið ikki veit tað sama, sum vit gomlu vita, tí tey vita so nógv annað. Rætt er tað, at tey mugu vita nógv, sum okkum ikki tørvaði at vita. Men tað, sum eg síggi, er, at vitanin - og eisini málið - hjá nógvum børnum og ungum er knýtt at undirhaldi av ymsum slag. Tey vita ein hóp um sangarar og tónleikabólkar, duga sangirnar á enskum, kenna filmsstjørnur og filmar, telduspøl, ítróttarstjørnur og ítróttir uttanlands. Tað er eisini í lagi; hetta er ein spennandi heimur, og vit skulu ikki avbyrgja okkum og blíva heimføðingar. Men spurningurin er, um tað er nóg góð javnvág ímillum øðrumegin: Tað, sum streymar inn úr undirhaldsídnaðinum - har tað mesta er á enskum - og hinumegin: Tað heimliga umhvørvið og heimlig mentan. Duga vit ikki eisini tey orðini og tað málið, sum hoyrir til okkara egnu náttúru og okkara egnu mentan, so er vandi fyri, at vit verða fremmandagjørd mótvegis tí, sum er okkara.
Fremmandagerð er einki at ynskja sær. Fremmandagerð merkir millum annað, at tað ikki er samsvar ímillum tann veruleikan, sum tú livir í, og so tað, sum tú ert upptikin av, og sum ávirkar tínar kenslur og hugaheim. Vit kunnu blíva fremmandagjørd í mun til náttúruna, til mentanina og til okkara medmenniskju. Tað kann í ringasta føri elva til minni ella verri sjálvkenslu - tú følir teg ikki heima í tær sjálvari ella tær sjálvum. Styrkin, ella kenslan, av samleika minkar.
Tað hevur eisini alstóran týdning fyri tey, sum flyta higar úr øðrum londum, at tey fáa møguleikan at læra føroyskt væl og virðiliga. Uttan at duga málið verður ringt at gerast partur av samfelagnum. Her liggur nógv á láni og bíðar eftir, at eldhugað fólk - við nøktandi fígging - seta í verk eina skipaða undirvísing í føroyskum sum annað mál.
Heldur enn at avmarka økini, har føroyskt verður brúkt, mugu vit duga betur at mýkja og menna málið á øllum økjum. Ikki bara í siðbundnari mentan og arbeiðslívi, men í øllum viðurskiftum, har fólk virka og liva. Føroyskt skal kunna brúkast allastaðni. Vit skulu venja okkum við, at føroyskt - eins og onnur mál - hevur nógvar stíllegur. Skriftmálið skal vera nóg rúmsátt til alt, sum vit ætla skriva. Frá vanligum práti til vísindalig verk, frá lættisoppalesnaði til lestrarbøkur. Og eisini sms og samskifti á sosialum miðlum.
Tann stavsetingin og mállæran, sum Hammershaimb legði grundina undir fyri 170 árum síðani, verður brúkt til at skriva um viðurskifti, sum hann als einki kundi vita um. Slíkt, sum vit møta í nútíðini og í framtíðini. Og tað megnar málið hjá okkum eisini. Men tað krevur, at vit vilja tað, at vit royna at skilja týdningin av at styrkja og varðveita móðurmálið, og at vit vilja gera okkara til at menna tað.
Eitt ríkt móðurmál hevur størri týdning enn einans at samskifta við. Størri týdning enn at fata og sannkenna okkum sjálv og heimin við. Tað hevur eisini alstóran týdning fyri, at vit sum menniskju kunnu føla okkum væl í okkum sjálvum og saman við okkara medmenniskjum og í tí landi og teirri mentan, sum vit liva í. Móðurmálið hevur eitt virði í sær sjálvum, eins væl og hvør einstøk menniskja hevur eitt virði í sær sjálvari, og somuleiðis restin av skapanarverkinum, náttúran og tað, sum í henni livir. Soleiðis hevur eisini móðurmálið eitt virði í sjálvum sær. Móðurmálið hevur so ómetaliga nógv at geva okkum; og tað veksur í virði, tess betur vit duga at virða tað.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald