Mentan

Rockhetjur eru til reiðar

...

2015-08-05 18:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rockhetjur fara at tulka føroysk rockhitt við stórslignari konsert á Vágsbøi


Seinastu árini hevur Summar Festivalurin bjóða kendar útlendskar rocklegendur á palli. Í ár verður eitt føroyskt rockshow uttan sín líka sett upp á Vágsbøi.

Jens Marni Hansen, Karl Martin Samuelsen og Edmund Jacobsen verða solistar í showinum, har útlendskir tónleikarar spæla undir. Nýggjar ??? og meira rockutar ??? útgávur av kendum føroysku rocksangum eru lagdar til rættis og verða framførdar við fullum útblástri seint leygarkvøldið.

Burtur úr rúgvuni av sangum, sum verða á skránni hjá Rockhetjum, kunnu nevnast Alla Nátt, Fyrstu Ferð, Misery og Breaking My Heart.

Føroysku rocksangirnir fara at rocka, sum teir sjáldan hava gjørt tað áður, tá ið Rockhetjur taka pallin á Vágsbøi leygarkvøldið kl. 02.30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder