Mentan

Robert Joensen í skreytútgávu

...

2015-11-13 20:27 Author image
placeholder

Alt tað virðismikla innsavningararbeiðið, ið Robert Joensen gjørdi út frá Klaksvíkini og í Norðoyggjum og seinni víðari um landið, kemur út aftur í sjaldsama flottari bók, sum verður løgd fram í Spaniastovu leygardagin 14. nov kl. 18.30 - 20.30.


Lagt verður upp til eitt hugnakvøld við framløgum og tónleiki.

Skráin fyri kvøldsetuna er hendan:
Forkunnuguar myndir og filmur við tónleiki hjá Alex Sólstein.
- Magna Thomassen bjóðar vælkomin og sigur stutt frá um savningararbeiðið hjá Robert Joensen
- Felagssangur ???Mær er kensla í barmi??? ??? Alex Sólstein spælir undir
- Jonhard Mikkelsen - um Seyðabókina, siðsøga og seyðahald
- Tónleikur - Rani Nolsøe
- Nils Absalonsen - Um seyð og seyðahald
- Tónleikur - Rani Nolsøe

Pinnamatur, øl og bókasøla

---

Samansetingin í bókini er teksturin hjá Robert Joensen saman við vandaliga úrvaldum myndum, sum tær flestu eru tiknar seinastu 4 árini. Her er einki spart. Myndatilfar og sniðgáva eru framúr. Bókin er í stórum broti, so myndirnar koma væl til sín rætt. Ein triði táttur, sum er krøktur uppí, er, hvussu alt hetta gamla framvegis livir og stórtrívist millum okkum enn á døgum bara í nýggjari útgávu eftir nýggjum fortreytum og við nýggjari tøkni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder