Politikkur

Ríkisfundurin byrjar í dag

...

2018-06-11 08:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árligi ríkisfundurin verður í ár í Føroyum í døgunum 11. og 12. juni, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Lars Løkke Rasmussen,Kim Kielsen, og Aksel V. Johannesen fara at umrøða mál av felags áhuga.

Stjórnarleiðararnir við fylgi fara at vitja í Suðuroynni og Stóru Dímun. Farið verður til Suðuroyar við Smyrli mánamorgunin. Vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum. Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun.Um kvøldið er løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Tórshavn.

Sjálvur ríkisfundurin verður við Leynavatn týsmorgunin 12. juni kl. 9.30, og tíðindafundur verður kl. 11.30. Grønlendsku og donsku gestirnir fara av landinum týsdagin seinnapart.

Fjølmiðlar kunnu venda sær til Rúna Rasmussen, telefon 551041, fyri at fáa meira at vita.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder