Á valskránni hjá Javnaðarflokkinum stóð millum annað, at í Føroyum hava vit ein trupulleika við aldursbýtinum, og at Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri at lækka miðalaldurin í Føroyum. Skeiva aldursbýtið í Føroyum kemst av, at vit hava eina stóra fráflyting av ungum fólki, sum leita sær betri útbúgvingarmøguleikar uttanlands. Hagtølini visa, at helvtin av fráflytarunum koma ikki aftur til Føroyar.
· Hví velur Rigmor Dam at skjóta upp at gera korini hjá teimum lesandi í Føroyum verri?
· Heldur Rigmor Dam, at hennara uppskot fer at lækka miðalaldurin í Føroyum?
Ungt Sjálvstýri metir, at grundin til, lesandi fara uttanlands er, at korini eru ikki nóg góð her á landi. Uppskotið hjá Rigmor Dam fer at gera korini enn verri, og tað fer at fáa avleiðingar. Ungt Sjálvstýri vil minna landstýriskvinnuna á, at Javnaðarflokkurin í síni valskrá lovaði hægri lestrarstuðul til lesandi við børnum. Uppskotið um at lækka inntøkumarkið fer at raka lesandi foreldur mest, og er eitt brot á vallyftið.
Eitt samfelag er ikki eitt samfelag, fyrr enn øll, sum ynskja tað, kunnu verða her alt lívið. Tí hevur tað ongantíð verið meiri umráðandi enn tað er nú, at raðfesta rætt!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald