Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn | Dagfesting: 19. apríl 2017 Tygara ref.: Máltal.: 16/00045-51 |
Svar
upp á
fyrispurning nr. 70/2016 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um fartelefonnýtslu í skúlanum, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Metir landsstýrismaðurin, at tað er ein bági fyri miðnámsskúlaskipanina, tá 66% av næmingunum í Hoydølum siga, at fartelefonin órógvar skúlagongdina?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera ein yvirskipaðan fartelefonpolitikk fyri fólka- og miðnámsskúlarnar?
3. ??tlar landsstýrismaðurin at kanna, um samanhangur er millum fartelefonnýtslu og sálarligu heilsuna hjá miðnámsskúlanæmingum?
Svar
Til 1: Á gymnasiala miðnámsøkinum eru reglar um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum ásettar í kunngerð. Har verður m.a. sagt í grein § 2:
Lestrar- og skilhaldsreglurnar skulu áseta mannagongdir fyri skilagóðari atferð á einum útbúgvingarstaði og arbeiðsplássi.
Stk. 2. Reglurnar skulu lýsa skyldu næminganna at luttaka í undirvísingini. Reglurnar skulu eisini áseta mannagongdir í sambandi við handfaring og viðgerð av næmingafráveru.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger, eftir hoyring í lærara- og næmingaráði, reglurnar um lestur og skilhald.
Stk. 4. Reglurnar skulu lýsa, hvørji tiltøk, leiðari útbúgvingarstovnsins kann seta í verk mótvegis næmingi, sum ikki fylgir lestrar- og skilhaldsreglunum.
Stk. 5. Lestrar- og skilhaldsreglur skulu standa á heimasíðu stovnsins.
Á heimasíðuni hjá miðnámi á Kambsdali undir skilhaldi verður m.a. sagt um telefonir, at næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum. www http://kambsdalur.fo/skilhaldsreglur/
Á heimasíðuni hjá Glasir er sama mál umrøtt, og sagt verður, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Brýtur næmingur hesa reglu, verður hann burturvístur úr tímanum. http://www.hoydalar.fo/?MId=23&page=30
Til 2: Mentamálaráðið hevur í kunngerð bæði fyri miðnámsskúlarnar og fólkaskúlarnar ásett í kunngerð um gott skil og arbeiðsnáðir í skúlunum lagt hesa uppgávuna út til einstøku skúlarnar at taka støðu til.
Til 3: Landsstýrismaðurin í skúlamálum er neyvan rætti fakligi myndugleikin at taka støðu til eina kanning um møguligur samanhangur er millum sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum, herundir miðnámsskúlanæmingum, og nýtsluna av fartelefonum. Men tað kundi helst verið áhugavert, at ein slík kanning var gjørd.
Vinarliga
Rigmor Dam
landsstýriskvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald