Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar:
Eftir at illgruni herfyri var um, at ein seyður í haganum, Skálafjall, ytripartur, á Skála møguliga kundihava ridluskriða, varð sýni sent til Íslands at kanna. Nú er so svar komið aftur úr Íslandi, ið staðfestur,at talan er um ridluskriða. Boð eru givin um, at fyribils má eingin seyður flytast úr rakta haganum.Sambært kunngerð er ikki loyvt at flyta livandi kleyvdjór millum oyggjar. Tó ber til at søkja umundantaksloyvi til kleyvdjór at seta við ella til slátur. Staðfestingin av ridluskriða í Eysturoynni førirvið sær, at tað ikki longur verður latið undantaksloyvi til flutning av seyði úr Eysturoynni at seta við.
Fyribyrging
Ridluskriði er smittandi sjúka, tískil er týdningarmikið at tryggja sær, at frískur seyður ikki kemur ísamband við sjúkan seyð.
Hvat kann bóndin/seyðaánarin sjálvur gera fyri at verja seg móti smittu:
??? Ikki flyta seyð millum hagar og stykkir, um tað ikki er neyðugt.
??? Altíð kanna, hvussu sjúkustøðan hjá seljaranum er, áðrenn seyður verður fluttur aðrastaðnifrá.
??? Søkjast skal altíð um flutningsloyvi, tá seyður verður fluttur millum oyggjar (eisini har tunlarog brýr binda oyggjarnar saman)."Faroe islands map with island names". Licensed under CC BY-SA 3.0 via Wikimedia Commons -https://commons.wikimedia.org/wiki/File:Faroe_islands_map_with_island_names.png#/media/File:Faroe_islands_map_with_island_names.png
??? Altíð kanna, hvussu sjúkustøðan er, áðrenn tøð ella annað tilfar verður heintað aðrastaðnifrá. Her kann vera talan um tilfar so sum hoyggj, súrhoyggj, trog, krubbur ella partar avkrubbum.
??? Altíð tryggja sær, at traktorar, tøðvognar og onnur útgerð eru væl vaskaðið, áðrenn hesiverða nýtt á nýggjum øki.
??? Seyður, ið er deyður/avlívaður av sjúku, eigur ikki av verða grivin niður, men latin tilgóðkenda brennistøð.
??? Ílegukanna seyðin í ridluskriða-økjunum. Fyri at ala seg ímóti hægri mótstøðuføri mæla vit til,at í hvussu so er veðragjólingar verða ílegukannaðir, áðrenn teir vera nýttir sum brundar.Tað er møguligt at fáa seyð ílegukannaðan fyri mótstøðuføri móti ridluskriða á Heilsufrøðiligustarvsstovuni. Kanningarnar kosta 375 kr. fyri hvønn seyðin, og harafturat verður eitt avgreiðslugjaldá 160 kr. tikið fyri hvørja sending. Kanningarútgerð og vegleiðing fáast við at seta seg í samband viðPatologisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Eigarin tekur sjálvur sýnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald