Ítróttur

Ríðisamband Føroya væl nøgt við kappingarárið 2016

...

2016-11-02 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á regluligum nevndarfundi hjá Ríðisambandinum tók nevndin samanum kappingarárið.

Mett verður at hetta hevur verið eitt ár, har framgongd hevur verið á øllum frontum, bæði innan kappríðingar og gongulagskappingar hevur verið vaksandi luttakaratal og hetta er nakað sum ríðisambandið fegnast um. Til komandi kappingarár verður arbeitt ítøkiligt við einari ætlan, ið skal lætta um hjá ungum reiðfólkum, at ferðast við sínum rossum millum kappingarbreytirnar tá FM kappingar eru. Mett verður at hetta kann økja enn meira um luttøkuna til FM kappingar.

Brandur í Dali formaður í Ríðisamband Føroyar, fegnast eisini stórliga um góðu úrslitini føroysku reiðfólkini úr FÍR, fingu á NM í Norra í summar. Bara ein evarska lítil kommadesimalur restaði í hjá Elini Tindskarð at fáa bronsuheiðursmerki. Hetta er av álvara nakað, sum skuldi givið okkara reiðfólkum blóð uppá tonnina til komandi kappingar. Eisini høvdu vit á fysta sinni ein føroyskan dómara ið dømdi NM. Her var talan um Hera Dahl.

Formaðurin í ríðisambandinum sigur at ríðing á altjóða stigi er ein sera dýrur ítróttur, tí er hetta sera tungt tak at senda fólk út til altjóða kappingar. Hetta ber bara til við góðari vælvild og stuðli frá ÍSF, fyritøkum og ikki minst at reiðfólkini eisini gjalda stóran part úr egnum lumma.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder