Politikkur

Riddarakross til Bárð Nielsen

...

2016-03-28 13:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Páskirnar eru halgasta høgtíð okkara, og fólk binda frið í stillu viku. ??ll uttan formaðurin í Sambandsflokkinum, sum er farin at brestast sjálvan páskadag. Tað gjørdu bretar eisini í Írlandi fyri 100 árum síðan, men tað hjálpti ikki, tí írska tjóðin vann sær kortini pláss millum aðrar frælsar tjóðir.


Sálda vit allar tær bonsku ákoyringarnar frá, er kjarnin helst, at Bárður vil verja forsætismálaráðið í flaggmálinum, og tað er ikki óvæntað, tí fyri stuttum var hann á vitjan í forsætismálaráðnum. Eg havi ein illgruna um, at hann legði ráð saman við formanninum í móðurflokkinum, Vinstra, um, hvussu teir saman kundu vera "nógv meiri sambandskir," sum Bárður tók til á landsfundinum herfyri.

Ivaleyst røddu teir um danska flaggátakið við Merkinum, sum sjálvandi ikki skal útinnast á føroyska flaggdegnum, men heldur á ólavsøku, sum teir skíra ???det, der almindeligvis kaldes Færøernes nationale festdag.???

Vit kunnu bara gita, at teir valdu flaggdagin frá av súmbolskum orsøkum, tí tá heiðra vit Merkið og alla okkara søgu fyri stríðnum at varðveita og menna okkara tjóðskaparliga samleika.

Tað er ikki óhugsandi, at Bárður fær ein riddarakross frá Margrethu drotning í summar, og soleiðis eina tøkk og viðurkenning fyri sítt virki fyri donskum áhugamálum í Føroyum, men tað liggur ongin viðurkenning av Føroyum sum tjóð í donsku flaggingini við Merkinum yvirhøvur. Hetta staðfesti forsætismálaráðið svart uppá hvítt í svarum upp á mínar fyrispurningar á fólkatingi herfyri.

Tí er hetta bara ein roynd at krøkja ein danskan samleika upp í føroyska flaggið, sum var betur ógjørd. Tað er sjálvandi í lagi, at Danmark veittrar við føroyska flagginum til serlig høvi, men Merkið er ikki danskt ríkisflagg. Tað er okkara tjóðarmerki.

Stríðið fyri rættindunum hjá føroysku tjóðini heldur tí fram, líka mikið hvønn kross Bárður velur at taka á seg í summar.

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder