Politikkur

Reyp og sjálvrós

...

2017-09-13 08:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reyp og sjálvrós!

KVF heldur áfram at marknaðarføra sitandi samgongu. Umboð fyri samgonguflokkarnar fingu fría mikrofon. Ongir kritiskir spurningar. Løgmaður slapp at reypa sær av góðu búskapargongdini, sum hann og samgongan ongan lut eiga í. Hann nevndi sjálvtsagt onki um, tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri í 2011 og legði fíggjarlógaruppskot fyri Tingið, sum hevði eitt hall á meira enn hálva milliard.
Undanfarna samgonga vendi gongdini. Tað var avlop, tá vit løgdu frá okkum. Hóast sitandi samgonga roynir at forða vøkstrinum, er tað ikki eydnast teimum enn.


Veruleikin er, at pengar fossa úr landskassanum. Seinastu tvey árini er almenni raksturin vaksin við nærum einari hálvari milliard.


Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, slapp at halda áfram við tóma tosinum um, hvussu fiskivinnan skal mennast undir nýggju skipanini. Høgni og samgongan vita ikki enn, hvussu fiskivinnunýskipanin skal síggja út, og als ikki hvørjar avleiðingarnar verða.


Høgni Hoydal hevur, ikki óvæntað, útmerkað seg í at renna undan ábyrgd. ??lógliga flytanin av veiðiloyvum varð ikki nevnd við einum orði.


Atgerðarloysið tekur ongan enda. Meðan havið kring Føroyar kókar í makreli, liggja skip við bryggju, tí tey sleppa ikki av við makrelin. Í staðin fyri at loysa tann trupulleikan, m.a. við at loyva skipunum at flyta kvotur til næsta ár, tá móttøkuorkan á landi verður størri, ger landsstýrismaðurin støðuna enn verri við at selja meira av fiski á uppboðssølu. Avleiðingin verður, at føroyska samfelagið missur virðir fyri hundratals milliónir.


Skilið hevur ongantíð verið verri enn tað sama, men í kringvarpinum látast tey sum um, at alt stendur væl til - tað skrivar Jacob Vestergaard á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder