Ítróttur

Reykjavik Open: Seinasta umfarið gav flest stig

...

2017-04-28 13:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíggjunda og seinasta umfarið, var tað umfarið føroyingarnir fingu flest stig, 7.

Fleiri góð úrslit vóru í gjár, m.a. vann Janus Skaale (1765) á Jay A Carr (2086), Leif Reinert Fjallheim (1667) vann á Palmar Breidfjord  (1866) og Luitjen Akselsson Apol (1561) vann á Gerd Meier (1779). Helgi Dam Ziska (2553) telvaði javnt ímóti IM Bjørn Ahlander (2416). 

Helgi D. Ziska telvaði aftur javnt, og hetta gav honum samanlagt 6,5 stig og 48. pláss, við eini ratingafturgongd á 7 stigum.

Av føroyingunum var Janus Skaale var tann, ið kláraði seg best, um hugt verður eftir styrkismetingunum. Janus var styrkismettur sum nr. 204 og endaði á einum 91. plássi við 5,5 stigum. Ratingframgongdin verður væntandi áleið 100 stig, so ikki kann sigast annað enn at hetta hevur verið ein góð kapping hjá Janusi, ið eisini vann ratingvirðisløn.

Fleiri aðrir telvarar høvdu eisini framgongd:

Leif R. Fjallheim 15 ratingstig, Jón í Horni Nielsen 81 ratingstig, Luitjen A. Apol ratingstig, 50 stig, Flóvin M. Tummasarson 20 ratingstig, Suni í Horni Nielsen 60 ratingstig.

Vinnari av Reykjavik Open 2017 gjørdist hollendarin Giri Anish (2771) við 8,5 stigum av 10 møguligum. Við í kappingini vóru 266 telvarar.

 

Endaliga støðan fyri føroyingarnar

BNr.NavnEloLand12345678910StigEndalig støðaRpKrtg+/-
21GMZiska Helgi Dam2553FAI11½½1½½½½½6,548248210-6,70
162Jacobsen Heidrikur T.1951FAI010½1½010½4,5164190620-11,60
188Berg Margar M.1813FAI0100½10½003,0236163720-47,40
204Skaale Janus1765FAI001011½0115,59119614061,20
216Fjallheim Elmar Reinert1691FAI0010½010½14,0195164220-13,60
221Fjallheim Leif Reinert1667FAI00½0½101½14,517016664014,80
229Nielsen Allan1606FAI00110000½13,5219155640-34,00
234Apol Luitjen Akselsson1561FAI00010100114,018216034050,40
242Nielsen Jon I Horni1454FAI10100001104,018116894080,80
249Fjallheim Benjamin Reinert1322FAI00010010013,0233135440-6,40
254Tummasarson Flovin M.1224FAI00½0½001002,025913094020,40
258Nielsen Suni I Horni1167FAI0001½½½0002,525513474059,60

 

??rslit frá 10. umfari

NavnRtgStig??rslitStigNavnRtg
GMZiska Helgi Dam25536½ ??? ½6IMAhlander Bjorn2416
Carr Jay A20860 ??? 1Skaale Janus1765
Jacobsen Heidrikur T.19514½ ??? ½4Eminov Sinan1537
Kolka Dawid193141 ??? 04Nielsen Jon I Horni1454
Breidfjord Palmar18660 ??? 1Fjallheim Leif Reinert1667
Berg Margar M.181330 ??? 13Hrafnsson Hreinn1621
Meier Gerd177930 ??? 13Apol Luitjen Akselsson1561
Fjallheim Elmar Reinert169131 ??? 03Nergard Ole-Kristian0
Nielsen Allan1606+ ??? ???Haile Batel Goitom1197
Smith Chris P150421 ??? 0Nielsen Suni I Horni1167
Tummasarson Flovin M.122420 ??? 12Sigurvaldason Hjalmar1441
Fjallheim Benjamin Reinert132221 ??? 02Thorisson Benedikt1057

RO2017_Janus_ratingvirdislon2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder