Ítróttur

Reykjavik Open: 6. umfar ??? Aftur 5½ stig í dag

...

2017-04-23 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dagsins umfari fingu føroyingarnir 5,5 stig. Janus Skaale, Margar M. Berg,  Luitjen A. Apol og Leif R. Fjallheim vunnu síni talv, meðan Helgi D. Ziska, Heiðrikur T. Jacobsen og Suni í Horni Nielsen telvaðu síni talv javnt. Størsta (hálva) skalpin má Suni nokk eiga, tá hann telvaði javnt móti telvara, ið er styrkismettur 557 ratingstig hægri. ??rslitini hjá Luitjen, Janusi og Heiðriki vóru eisini góð, tí mótstøðumenninir vóru eisini væl hægri styrkismettir.

Helgi Dam Ziska (2553) megnaði ikki at vinna á týskaranum Jakob Pfreundt (2392). Týskarin kom betri frá byrjanuni, og hevði fyrimun inn í miðspælið. Tá fekk Helgi javna støðuna út, og tá sama støða endurtók seg tríggjar ferðir í trekk, endaði talvið remis. Um Helgi hevði vunnið talvið, hevði hann ligið á einum deildum 1. plássi, saman við 14 øðrum telvarum. Tó økist stigamunurin til toppin ikki, tí ongin av teimum telvarunum, ið lógu fremstir við hálvum stigið meira enn Helgi, vunnu síni talv. Helgi liggur nú á einum 38. plássi við 4,5 stigum, saman við 25 øðrum telvarum. Í morgin møtir Helgi fyri fyrstu ferð í kappingini einum stórmeistara, indiska GM Kidambi Sundararajan (2422), ið sostatt er hansara sterkasti mótstøðumaður inntil víðari.

Janus Skaale (1765) vann á íslendska Dawid Kolka (1931), meðan Heiðrikur T. Jacobsen (1951) telvaði javnt móti Jon Kristinsson (2166). Janus og Heiðrikur hava næstflest stig av føroyingunum, 3 stig.

23 talv verða víst beinleiðis hvønn dag, og í morgin telvar Helgi á 13. borðið, og sostatt sæst talvið beinleiðis.

Samlaða støðan sæst niðanfyri.

Telvarayvirlit fyri Føroyar

NavnEloLand123456StigRk.RpKrtg+/-
GMZiska Helgi Dam2553FAI11½½1½4,5382549100,70
Jacobsen Heidrikur T.1951FAI010½1½3,01371972202,00
Berg Margar M.1813FAI0100½12,5178177820-7,20
Skaale Janus1765FAI0010113,012818234018,40
Fjallheim Elmar Reinert1691FAI0010½01,5234168020-3,80
Fjallheim Leif Reinert1667FAI00½0½12,0218155240-19,60
Nielsen Allan1606FAI0011002,020517184022,40
Apol Luitjen Akselsson1561FAI0001012,020816544018,40
Nielsen Jon I Horni1454FAI1010002,021016144024,00
Fjallheim Benjamin Reinert1322FAI0001001,0255134040-8,40
Tummasarson Flovin M.1224FAI00½0½01,025613454020,00
Nielsen Suni I Horni1167FAI0001½½2,021914074054,00

??rslit frá 6. umfari

NavnRtgStig??rslitStigNavnRtgNr.
GMZiska Helgi Dam25534½ ??? ½4Pfreundt Jakob239252
Jacobsen Heidrikur T.1951½ ??? ½Kristinsson Jon2166104
Nielsen Allan160620 ??? 12Olafsson Smari1998152
Kolka Dawid193120 ??? 12Skaale Janus1765204
Nielsen Jon I Horni145420 ??? 1Baldvinsson Loftur1971157
Fjallheim Elmar Reinert16910 ??? 1Moller Mikael1965159
Berg Margar M.18131 ??? 0Sigurvaldason Hjalmar1441245
Sidali Elias Hulleberg1724½ ??? ½Nielsen Suni I Horni1167258
Apol Luitjen Akselsson156111 ??? 01Axelsson Thomas1799195
Fjallheim Benjamin Reinert132210 ??? 11Gudmundsson Einar S.1739207
Fjallheim Leif Reinert166711 ??? 01Davidsson Stefan Orri1490240
Hrafnsson Hreinn162111 ??? 01Tummasarson Flovin M.1224254

 

Paringar fyri 7. umfar

Bo.Nr.NavnRtgStig??rslitStigNavnRtgNr.
1345GMSundararajan Kidambi2422GMZiska Helgi Dam255321
61108Heimisson Hilmir Freyr215233Jacobsen Heidrikur T.1951162
72204Skaale Janus176533Kristjansson Olafur2102128
78131Jonsson Gauti Pall2087Berg Margar M.1813188
97221Fjallheim Leif Reinert166722Kolka Dawid1931167
101258Nielsen Suni I Horni116722Timmermans Adri1861182
102183WCMSmith Lynda184922Nielsen Allan1606229
103187Davidsson Oskar Vikingur181822Apol Luitjen Akselsson1561234
108207Gudmundsson Einar S.173922Nielsen Jon I Horni1454242
114253Petursson Armann1227Fjallheim Elmar Reinert1691216
120195Axelsson Thomas179911Tummasarson Flovin M.1224254
122260Kristbergsson Bjorgvin106011Fjallheim Benjamin Reinert1322249

Myndirnar hevur Eyð Matras tikið.

RO2017_Luitjen_Aksel_6RO2017_aula_6

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder