Leygardagin 17. januar kl. 11.00 verður fjórða umfar av TF Vetrarkappingini skotið í gongd í Sørvági. Tað er Frælsi, sum verður vertur fyri kappingini. Teinurin í ár verður 12 km. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður næstan til munnan við Gásadalstunnilin at venda, og so sama veg heimaftur. Bæði á veg út og heim verður runnið omanfyri Bíggjar bygd. Gentur og dreingir byrja samstundis, men venda við 1,5 km. Teirra teinur er sostatt 3 km. Bólkarnir eru hesir:
- Gentur og dreingir (f. 1999 ??? 2003)
- Kvinnu- og mansunglingar (f. 1994 -1998)
- Opin bólkur kvinnur og menn (f. ??? 1998)
- Veteranar kvinnur og menn (f. 1960 ??? 1969)
- Superveteranar kvinnur og menn (f. ??? 1959)
Ramman um tiltakið er skúlin í Sørvági, har startnummur verða latin frá klokkan 10.00. Í skúlanum er eisini møguligt at skifta og at fara í brúsu aftaná.
Sørvágs Kommuna stuðlar renningini. Hetta er fyrsta tiltakið í sambandi við, at Sørvágs Kommuna í ár hátíðarheldur 100 ár sum kommuna. Kommunan stuðlar við suppu, frugt og heiðursmerkjum. Aftaná renningina verður heiðursmerkjahandan og verður tað Borgarstjórin Sune Jacobsen íð handar heiðursmerkini, og Frælsi bjóðar suppu umframt ein kaffi- og temunn.
Best er, um tit melda til her á heimasíðuni. Tilmeldingin verður afturlatin kl. 22.00 fríggjakvøldið. Tað verður tó eisini møguligt at melda til á staðnum. Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. Gentur og dreingir gjalda 20 kr.
Vit síggjast í Sørvági!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald