VK 5 í Hoydølum
Meðan alt landið er kavaklætt, og samferðslan er darvað av nógvum kava, hava vit í Bragdinum eisini annað at hugsa um, tí leygardagin 7.februar kl. 11, er aftur rennikapping á skránni og hesa ferð er kappingin heldur øðrvísi enn hinar, ið higartil hava verið. Umframt at verða ein partur av vetrarkappingini, er hetta eisini føroyameistarakapping í Lendisrenning. Umhvørvið runnið verður í, er vanliga grønt og vakurt, tí runnið verður á fløtuni við studentaskúlan í Hoydølum og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. So at siga bara nakrir metrar av asfalti, verða undir fótunum. Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. ??ll byrja samstundis kl. 11. Aftaná renningina ber til at fara í brúsu og so er eisini ein góður drekkamuður at fáa, meðan heiðursmerkjahandanin fer fram.
??ll kunnu verða við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM, so tað er bara at halda seg fram at og melda til inni á renn.fo áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 50 kr fyri vaksin og 20 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygarmorgunin frá kl. 10.00-10.30, men tá kostar tilmeldingin 100 og 50 kr.
Startnummar skal heinast leygarmorgunin frá kl. 10 í Studentaskúlanum
Veðrið ræður sær, og tí verður spennandi, um tað verður kapping við ella uttan kava. Tað frætta vit meira um, tá leygardagurin nærkast.
Vælkomin til Lendisrenningina 2014
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald