Tíðindaskriv.
Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, hevur í fleiri ár skipað fyri nýggjársrenning í Vatnsoyrum. Í fjør komu kirkjurnar í Vágum uppí, soleiðis at runnið varð úr Vatnsoyrum og til Miðvágs kirkju, har ítrottarguðstænasta varð hildin.
Aftur í ár skipar Frælsi fyri nýggjársrenning hin 1. januar kl.15.00.
Hesaferð verður runnið frá Bíggjar kirkju og til Sørvágs kirkju.
??ll sum luttaka, kunnu skifta í Sørvágs skúla, har luttakarar fáa frukt, sum FK í Miðvági letur, og vatn at drekka.
Síðan verður guðstænasta hildin í Sørvágs kirkju, har Inga Poulsen Dam prædikar, og báðir prestarnir luttaka.
Tiltakið er ókeypis!
Hetta er góð byrjan uppá 2015, og øll eru hjartaliga vælkomin!
Ítróttarfelagið Frælsi og prestarnir í Vágum.
Sí myndirnar niðanfyri, sum eru frá renningini í 2009.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald