JN

Renn fyri bróstini

...

2015-09-17 03:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba.


Sunnudagin 27. septembur skipar Bót til Bata saman við Ítróttarfelagnum Frælsi fyri stuðulsrenning.

Runnið ella gingið verður eftir Vørunum frá Vatnsoyrum til nýggja skúlan á Giljanesi. Ein ógvuliga vakur túrur, ið er umleið 6 km. Tá ið øll eru komin á mál, heldur Magni Mohr fyrilestur um heilsu, og Elsibet Antonsdóttir syngur nakrar sangir.

Tilmelding og gjald á FIF.FO.
Kostnaður kr.100,- fyri vaksin.
Børn í skúlaaldri ókeypis.

Møguleiki er at stuðla Bót til Bata við at keypa lutaseðlar undir tiltakinum.

Kl.12.45 Møtast í Vatnsoyrum
Kl.12.50 Vælkomin og upphiting
Kl.13.00 Byrja at renna/ganga
Kl.14.00 Vatn, frukt, kaffi, te, køka og lutaseðlasøla
Kl.14.20 Fyrilestur við Magna Mohr
Kl.14.40 Elsibet Antonsdóttir syngur
Kl.14.50 Lutaseðlar verða drignir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder