FSF.fo skrivar: Jónas Tór Næs og Bárður Hansen hava givið avboð til dystin ímóti Rumenia. Í fyrstu atløgu hevur Lars Olsen sent boð eftir Rene Joensen úr HB.
- Rene Joensen hevur roynst væl á miðvøllinum hjá HB higartil í ár, Tí havi eg valt at senda boð eftir Rene, nú Hallur Hansson er leikbannaður, og ikki sum beinleiðis avloysari fyri Jónas ella Bárð á høgra bakki. Har kunnu vit møguliga brúka Jóhan Troest Davidsen ella Gilla Sørensen, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Sunnukvøldið kunngjørdi føroyski A-landsliðsvenjarin hópin til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia, sum verður á útivølli sunnudgain 29. mars.
Men nú tveir dagar seinni hevur venjarin fingið tvey avboð. Jónas Tór Næs hevur trupulleikar við økslini, meðan Bárður Hansen hevur ein skaða í mjødnini, og tí verður hvørgin teirra við á Ilie Oana Stadion í Ploiesti í Rumenia tann 29. mars. Í staðin hevur Lars Olsen í fyrstu atløgu sent boð eftir Rene Joensen úr HB.
- Undan úttøkuni vóru vit greiðir yvir, at Jónas Tór Næs var ivasamur, og tí bleiv Bárður Hansen úttikin. Men nú hevur Bárður eisini givið avboð, og tískil skulu vit finna ein nýggjan spælara á høgra bakk. Og tað er væl hugsandi at Jóhan Troest Davidsen ella Gilli Sørensen, sum hevur spælt nakrar dystir á høgra bakki á eykaliðnum hjá AaB, kunnu røkja hetta pláss, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
- Arnbjørn Hansen hevur eisini onkran smávegis skaða at dragast við, men hvussu verður við honum, taka vit avgerð um seinni í vikuni, sigur Lars Olsen.
EM-undankappingardysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald