Vinna

Reint flagg størri týdning enn samráðingarrættur

...

2016-09-08 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Fiskimannafelag: Um okkara norðurlendsku grannar sleppa kravinum um framhaldandi at halda Merkinum á svartalista hjá ITF (International Transport Workers??? Federation), so eru føroysku manningarfeløgini til reiðar at lata samráðingarrættin frá sær fyri skip, sum eru skrásett í Føroyum, men har veruligi ognarrætturin er útlendskur.

Tað varð greitt á fundi í Føroya Fiskimannafelag í dag, har NTF (Nordiska Transportarbetarfederationen) heldur ein av sínum regluligu fundum.

Føroyska útspælið koma óvart á luttakararnar úr hinum Norðurlondunum, sum tó tóku væl ímóti útrættu føroysku hondini.

Ongin avgerð var tó tikin á fundinum í dag, har luttakaraskarin var nakað skerdur ??? hvørki donsku ella íslendsku umboðini fingu møtt ??? men málið verður tikið upp aftur í næstum. Møguliga verður ein NTF-fundur bara við hesum evninum.

Tó at tað er ITF, sum skal taka støðu til, um Merkið skal av svartalista ella ikki, so er støðan hjá norðurlendsku fakfeløgunum í NTF avgerandi, tí tað vóru tey, sum í síni tíð kravdu føroyska flaggið skrásett sum hentleikaflagg, FOC (Flag Of Convinience), og sum síðani hava blokerað allar royndir at fáa tað av aftur svartalistanum.

Tey bæði yvirmannafeløgini Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eru ikki limir í norðurlendska NTF, men bara í altjóða felagnum ITF.

Fiskimannafelagið er hinvegin limur í NTF, og hevði boðið Annfinni Garðalíð, formanni í Føroya Skipara- og Navigatørfelaeg, at greiða frá støðuni, tí hann er talsmaður fyri FMU (Faroe Maritime Union), ið er samstarvsfelagsskapurin hjá teimum trimum føroysku manningarfeløgunum.

Yvirmannafeløgini hava frammanundan litið systurfeløgunum í Norðurlondum í hendi at samráðast um sáttmálar fyri ávis skip, sum eru skrásett í Føroyum, men talan er ikki um eina generella skipan, og Føroya Fiskimannafelag hevur onga slíka avtalu gjørt.

Umframt at koma við tilboðnum um at sleppa samráðingarrættinum heitti Annfinnur Garðalíð vegna FMU á NTF um at arbeiða fyri, at ITF fer frá konsekvent at seta eitt heilt flagg á svartalista til heldur at svartlista einstøk skip, sum trupulleikar eru við.
Hann vísti á, at tað bert eru heilt fá FAS-skip ella skip, sum er leigað ??? bareboat-leigað ??? til Føroya, ið hava trupulleikar, tá tað snýr seg um sáttmálar og manningarviðurskifti annars.
Eisini hesa áheitan lovaðu NTF-umboðini at viðgera á einum seinni fundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder