Vinna

Reiðarí dømt at rinda manning 1,8 milliónir

...

2015-12-01 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Fiskimannafelag: Reiðaríið hjá Beinisvørð hevði ongan rætt at fara uttanum sáttmálan og bara einsæris áseta eina dagløn fyri makrelfiskiskapin. Tað hevur Føroya Rættur staðfest, eftir at Føroya Fiskimannafelag vegna manningina á skipinum stevndi reiðarínum. Nú er reiðaríið dømt at rinda manningini útistandandi hýru við rentum fyri tríggjar túrar í 2011.

Føroya Fiskimannafelag hevur í Føroya Rætti vunnið eitt drúgt sakarmál ímóti reiðarínum p/f Sancy Trawl, sum er dømt at rinda skipara og manning á ísfiskatrolaranum Beinisvørð tilsamans góðar 1,8 milliónir krónur, tá rentur eru íroknaðar.
Málið snýr seg um makrelfiskiskapinum hjá Beinisvørð á sumri 2011, tá menninir blivu løntir við fastari dagløn á 1750 krónur, sjálvt um teir ongantíð høvdu gjørt nakra avtalu um hetta, og enn minni hevði Føroya Fiskimannafelag gjørt nakra avtalu um hetta.
Hans í Líðini í Vági var tá reiðari á Beinisvørð, men síðani hevur reiðaríið ??? p/f Sancy Trawl ??? skift eigara, og nú er Alex Vilhelm reiðari.

Sáttmálin er greiður
Málið snýr seg um tríggjar makreltúrar á sumri í 2011, tá fasta daglønin gav monnunum nógv minni, enn um teir høvdu verið avroknaðir eftir sáttmálanum.
Beinisvørð er fevndur av trolarasáttmálunum fyri ísfiskaveiðu, og hesin skal fylgjast, um skipið fer til annan fiskiskpa.
Grein 16 stykki 14 í felagsreglunum fyri allar fískarísáttmálarnar millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag sigur nevniliga soleiðis:
???Hjá skipum, sum fyribils fara á aðra veiðu, sum eingin sáttmáli er fyri, skal teirra vanligi sáttmáli verða galdandi, um ikki mynstrað verður uppá annan góðkendan sáttmála.???

FF kom uppí
Reiðaríið hevur hildið upp á, at manningin sjálv hevði góðkent føstu daglønina, tí hon ikki mótmælti henni mótvegis reiðarínum.
Men manningin hevði í góðari tíð vent sær til Føroya Fiskimannafelag um málið. Fiskimannafelagið hevði síðani gjørt reiðarínum púra greitt, at fasta daglønin ikki kundi góðtakast, og at manningin skuldi avroknast í samsvar við sáttmálan.
Føroya Rættur gav Føroya Fiskimannafelag viðhald í øllum krøvunum.
Høvuðskravið var ein hýrueftirstøða á 1.057.329,53 krónur fyri tríggjar makreltúrar í 2011. Talið er munurin ímillum tað, sum manningin skuldi verið avroknað við eftir sáttmálanum og tað, sum hon fekk útgoldið í fastari dagløn.
Men afturat hesum kemur renta ??? 1,5 prosent um mánaðin frá 1. november 2011 at rokna ??? so samlaða upphæddin til manningina á Beinisvørð fer upp um 1,8 milliónir krónur.
Eisini skal p/f Sancy Trawl rinda Føroya Fiskimannafelag 80.000 krónur í sakarmálskostnað.

Fegin formaður
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, fegnast um dómin.
???Vit hava ongantíð verið í iva um, at vit høvdu rætt, tí sáttmálin er púra greiður, og vit gjørdu vart við okkum í góðari tíð. Men kortini er altí ein ávísur ekki á fólki, tá farast má undir eina drúgva og kostnaðarmikla rættarviðgerð. 100 prosent vísur er man jú ikki, fyrr enn hamarin er fallin í rættinum, og tí er tað ein stórur lætti, at vit nú hava vunnið. Hetta er ein stórur sigur fyri Føroya Fiskimannafelag og ikki minst manningina á Beinisvørði, sum í meira enn fýra ár hevur bíðað eftir tí, sum hon av røttum eigur???, sigur Jan Højgaard.
Allur dómurin í Føroya Rætti kann lesasther

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder