Vinna

Reiðarafelagið fyri Farmaskip havt aðalfund

...

2015-02-23 18:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Allir partar hava skyldu at tryggja, at føroyska flaggið verður verandi eitt góðskuflagg, verður staðfest í frágreiðingini frá nevndini.

 

 

Á ársaðalfundinum hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip í farnu viku legði formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, dent á, at tað hevur týdning framhaldandi at menna og økja um vinnugreinina og møguleikar hennara.

 

Umframt at vinnan sjálvsagt javnt tillagar seg til umstøðurnar, so hevur tað týdning, at føroysk lóggáva, reglur og umsiting ikki leggur óneyðugar byrðar á vinnuna. Tað eru millum annað viðurskifti í sambandi við FAS, sum eiga at verða dagførd, soleiðis at føroysk skip kunnu kappast á jøvnum føti við onnur. Myndugleikar, reiðarí og manningarfeløg hava harafturat øll eina ábyrgd og skyldu at tryggja, at føroyska flaggið verður verandi eitt góðskuflagg, verður staðfest í nevndarfrágreiðingini.

 

Frágreiðing nevndarinnar sæst her.

 

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Rúni V. Poulsen og Gunnbjørn Joensen, sum allir tóku við afturvali og vórðu valdir. Harafturat tóku Kaj M. Petersen og Christian Danielsen seg úr nevndini. Í teirra stað vórðu valdir Bogi P. Nielsen og Sjúrður Johansen.


Kelda: vinnuhusid.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder