Skipið liggur í Buckie í Scotlandi og trongir nú til eina góða hond.
Atlantsfarið var heimahoyrandi í Miðvági frá 1962 til 1978, Atlantsfarið er kent frá útróðrið við bátum í Grønlandi í 60unum, tey nógvu síðstu árini skipið var heimahoyrandi í Miðvági lá tað fyri teym á Vestmanna, Atlantsfarið bleiv selt til York í Englandi í 1978 og fekk navnið Regina Caelis.
Tað var Hans Hansen úr Miðvági, vanliga nevndur Hassurin og synirnir sum áttu og róku skipið.
Skipið bleiv upprunaliga bygt til Klaksvíkar í 1936 hjá K. Andersen í Frederikssund í Danmark til P/F J.F. Kjølbro í Klaksvík og fekk havnakenningsnummari KG452, í 1949 er eigaraskifti í Klaksvík, tá keypir Anna K. Isaksen skipið.
Atlantsfarið er 168 Bruttotons til støddar.
Atlantsfarið VA75
Bygd 1936 hjá K.Andersen, Frederikssund, Danmark
Stødd: 168 BRT.
1936 ??? Atlantsfarið KG452, Klaksvík ??? P/F J.F.Kjølbro/ J.C.F.Isaksen
1949 ??? Atlantsfarið, KG452, Klaksvík ??? Anna K. Isaksen
1962 ??? Atlantsfarið, VA75, Miðvág ??? Hans Hansen
1978 - Regina Caelis ??? Melusine Discoveries Ltd., York, England
janerik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald