Ítróttur

Rebekka: Vit raktu stong út

...

2016-02-04 15:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eftir gysarin millum VÍF og StÍF í gjár, fingu vit orð á Rebekku Justinussen hjá StÍF. Rebekka fekk 4 mál í dystinum.


Hvussu vilt tú lýsa dystin?
- Eg vil lýsa hann sum ein rættan gysara. Fyrst vóru vit omaná við trimum málum. So kom VÍF aftur, og tær komu framum við trimum málum, og so endaði dysturin við einum teprum sigri til VÍF. Dysturin kundi ikki blíva meira spennandi.

Hví tapa tit dystin?
- Eg haldi at vit høvdu eina sera góða verju, og eitt gott álop, men í dag var tað stong út, á Skála leygardagin ætla vit at tað skal vera stonga inn. 

Hevur tað nakað at siga fyri dystin leygardagin, at tit brenna brotskast tá tíðin er farin?
- Tað veit eg ikki, vit skulu bara vinna við fleiri málum, um hesin dysturin hevði endað við javnleiki, høvdu við avlíka væl skula vinnu leygardagin.

??tla tit at broyta uppá nakað til leygardagin?
- Tað fara at ikki at siga her, um nú vit ætla at gera broytingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder