Steypafinalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Rebekku Magnussen, sum spælur við kvinnuliðnum hjá TB.
Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla steypafinalu?
- Ja! Seinast TB var í eini steypafinalu var í 2006, so tað hevur sera nógv at siga fyri okkum at standa í hesi finaluni, og aftur hava fingið flogbóltin her suðri á fremstu rók.
Karmarnir rundan um eina slíka finalu eru í topp, og hóast allar hava roynt at leikt á gólvinum, so verður tað nakað heilt serligt at uppliva tann serliga stemningin, ið er, tá ein finala verður spæld.
Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?
- Hetta verður fyrstu ferð, at eg spæli steypafinalu í Eik-liguni.
Eru allir leikarar tøkir til dystin?
- Ja vit hava allar tøkar til dystin.
Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?
- Eg vænti, at tað verður ein góður flogbóltsdystur, ið verður merktur av longum duellum. Liðini eru sera jøvn, og hetta verður uttan iva ein tættur dystur! Vit eru sera uppsettar, og vilja gera alt fyri at tað verða vit, sum standa eftir sum vinnarar.
Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?
- Okkara styrki er nokk breiddin á spælinum. Heldur enn at alt liggur á einum spælara, so hava vit fleiri, ið kunna vinna bóltarnar. Eisini haldi eg at okkara servur eru ein stórur styrkur.
Sí myndir frá semifinaluni her.
Dráttur kempa sera væl. Tær fáa nógvar bóltar upp, og eru tí drúgvar at spæla ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald