Ítróttur

Rebekka vann Ringríðingina

...

2017-02-26 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár. Ringríðingin er gomul siðbundin kapping, har fólk á rossabaki við bambusstavi skula raka ein evarska lítlan ring ið hongur í tveir metra hædd. Krav er eisini at rossini skula vera í lop, tá tey kappast.


Ringiðingin er altíð á fastilávint, so nógv av reiðfólkunum eru eisini grýluklødd, aftaná kappingina verður eisini sligið tunnu.
Sera nógv ross vóru við í ár, men spakuliga vóru tey sílaði frá og tað endaði við einari finalu millum Kristfríð D. Jacobsen, Rebekku J. Simonsen, Sonju Síminardóttir og Knút Lútzen.
Her dróg Rebekka J Simonsen longsta stráið og vann, hetta er fyrstu ferð Rebekka vinnur Ringríðing. Hjá børnunum vann Hanna Sigtórsdóttir.











Kelda: Føroya Ríðingarfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder