Vinna

???Fólk á ferð??? nr. 2 hjá Strandferðsluni útkomið

...

2016-11-02 15:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Strandferðslan fór í summar undir at geva út blaðið ???Fólk á ferð,??? ið er ætlað teimum 1,2 millión fólkunum, ið árliga ferðast við Strandferðsluni. Nú er næsta blaðið útkomið. Tað fæst á Farstøðini, í bussum og á skipum.

Í blaðnum eru fleiri áhugaverdar greinir. Ein er um, at Strandferðsluni vantar ein skjóttgangandi avloysarabát. Ofta kemur fyri, at skip mugu í dokk ella skulu brúkast til annað enn regluliga sigling, og tá vantar avloysarabátur.

Tvær greinir eru um ferðslusamskiparan hjá Strandferðsluni, Marin Hentze Gaardlykke. At vera ferðslusamskipari er ein stór avbjóðing, serliga tá ódnarveður brádliga brestur á, og fráferðir mugu avlýsast kring landið.

Leygarmorgunin 10. september í ár var meðalvindferðin í oyggjunum 40 m/s, og 70 stormskaðar vórðu fráboðaðir. Fráferðir hjá Teistanum, Ternuni og Smyrli vórðu útsettar, og seks bussleiðir avlýstu eisini.

Tá fyrraparturin var liðin, og hann makaði vindin, hevði Marin ringt til fólk kring landið 37 ferðir og fingið 31 uppringingar. Hon sendi eisini sms-boð til túsundtals ferðafólk og kunnaði áhaldandi fjølmiðlar um støðuna.

Ein onnur grein er um Ásbjørn Matras, sum í 30 ár hevur siglt við Sildberanum til Skúvoyar. Greinir eru eisini m.a. um stóra áhugan fyri Kópakonuni, siglingina til Svínoyar og Fugloyar og fuglarnar, sum strandfaraskipini bera navn eftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder