Fyrsta umfar er nú leikt í kurvabóltskappingini. Kappingin er skipað á sama hátt sum í fjør, tey trý liðini leika fýra dystir móti hvørjum øðrum og tey bæði fremstu liðini spæla síðani alt avgerðandi finalu.
Fyrsti dysturin í ár varð leiktur á Toftum. Føroyameistarnar
frá Hamar vóru á vitjan hjá Ravni. Dysturin var heilt óvanliga javnur.
Kurvabóltsdystir kunnu ikki enda við javnleiki. So um tað stendur á jøvnum
eftir vanliga leiktíð ( 4 x 10 minuttir), so má eykatíð (5 minuttir) leikast. Tað
skuldi leikast heili tríggjar eykatíðir áðrenn Ravnur kláraði at tryggja sær
sigurin.
Næsta dystin í kappingini leiktu finalistarnar í fjør, Hamar
og Sporðdrekin. Dystin vann Hamar rímuliga trygt. Hamar kom væl frá byrjar og
løgdu seg á odda beinanvegin. Sporðdrekin vóru nakraferð nær at fanga Hamar
aftur, men Hamar klaraði at halda leiðsluna allan dystin og vunnu.
Síðsti dysturin hetta umfarið tók Sporðdrekin móti Ravni.
Ravnur komu serstakliga væl frá byrjan og førdu við heili 16 stigum eftir fyrst
fjórðingin av dystinum. Gongdin í dystinum minti nógv um fyrra dystin,
Sporðdrekin nærkaðist, men Ravnur vann dystin og er nú einasta liðið ið hevur
vunnið báðar sínar dystir:
Hagtøl frá kappingini:
Ravnur - Hamar 78 - 74
Hamar - Sporðdrekin 64 - 58
Sporðdrekin - Ravnur 50 ??? 61
Leikarahagtøl:
|
Miðal
stig pr. dyst |
|||
|
Navn |
Felag |
Nøgd
pr dyst |
|
|
Bjarni
W. Zachariassen |
Ravnur |
26,0 |
|
|
Janus
Jakobsen |
Hamar |
22,5 |
|
|
Magnus
Jakobsen |
Sporðdrekin |
19,5 |
|
|
Miðal
upplegg pr. dyst (assists) |
|||
|
Navn |
Felag |
Nøgd
pr dyst |
|
|
Janus
Jakobsen |
Hamar |
4,0 |
|
|
Friði
í Geil Jensen |
Hamar |
3,0 |
|
|
Fleiri |
|
2,0 |
|
|
Miðal
frástøkkingar pr. dyst (rebounds) |
|||
|
Navn |
Felag |
Nøgd
pr dyst |
|
|
Magnus
Jakobsen |
Sporðdrekin |
22,0 |
|
|
Bergur
Gregersen |
Ravnur |
21,0 |
|
|
Bjarni
W. Zachariassen |
Ravnur |
16,0 |
|
|
Miðal
blokkeringar pr. dyst (blocks) |
|||
|
Navn |
Felag |
Nøgd
pr dyst |
|
|
Sjúrður
Sivertsen |
Hamar |
4,0 |
|
|
Bjarni
W. Zachariassen |
Ravnur |
3,0 |
|
|
Magnus
Jakobsen |
Sporðdrekin |
2,5 |
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald