2015-11-23 03:15
Jørmund Vágadal skrivar á VP.fo: Minnist allar russisku sildabátarnar í fimti árunum, sum lógu fyri akkerð á vágni her í Sandavági.
Sum smádreingir fóru vit út at vita, um vit ikki kundu fáa onkra russiska sigarettina. Tær høvdu eitt serligt munnstykkið og vardu ikki serliga leingi.
Russisku sildamenninir fingu ein sigarettendrara ella ein felluknív afturfyri.
Seinni í 50/60unum hvurvu russisku skipini úr Vágafirðið og alla mína ungdómstíð og langt uppí í manndómsárini hevur Vágafjørður ligið oyðin.
Nú alivinnan í nýggjari tíð, er byrja at brúka fjørðin til okkurt skilagott og stríðist við at fáa aling upp at standa, ja so koma ravnarnir við Axel og Høgna Hoydal á odda, les meira á VP.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald