Í kvøld kl. 19.25 kemur sendingin »Teim bilti ei magn og mót« í sjónvarpinum.
Hondbólturin var einaferð flaggskipið í føroyskum ítrótti. Stóri framburðurin er í 70-unum. Tá koma høllirnar, og við teimum kollveltist hondbóltsspælið. Føroyar fingu tíðliga limaskap í altjóða hondbóltssamgonguni IHF, og føroysk lið fóru at spæla Europa Cup dystir longu í 1972.
Manslandsliðið var ógvuliga virkið og spældi fleiri dystir á hvørjum ári, úti sum heima. Í 1976 er føroyska manslandsliðið sum fyrsta føroyska ítróttalið nakrantíð við í einari heimsmeistarakapping. Hesa tíðina spæla fleiri føroyingar hondbólt á høgum stigi í Danmark.
Kári Mortensen spælir í Efterslægten og síðani Saga frá 1973 til 1979, og er eyðsýndur spælari í fremstu donsku deildini. Eyðfinn Egholm og Hanus Joensen standa seg eisini ógvuliga væl í øðrum feløgum.
Hondbóltsfepurin í Føroyum er upp á tað mesta í februar 1980, tá ið C-heimsmeistarakappingin fyri manslandslið verður hildin her heima. Tíggju lond eru umboðað í kappingini, teirra millum Frakland, sum í dag er mætasta manshondbóltstjóð í heiminum.
Spælt verður í øllum trimum høllunum í landinum, í Havn, Klaksvík og í Vági, har nýggj høll júst var komin. Stevnan er endin á glæsiligasta tíggjuáraskeiðnum í føroyskum hondbólti.
Í sendingini hitta vit spælarar, venjarar og aðrar, sum gjørdu sítt til, at hondbólturin var flúgvandi í Føroyum í 1970-árunum.
Lagt til rættis: Suni Merkistein, Brian Samson tók upp og Hans Petur Hansen setti saman.
Hygg HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald