2017-03-28 20:14
Frystitrolarin RAN, sum í gjáramorgunin fekk ein sjóg, tá ið teir vóru staddir á Flemish Cap, kemur heim til Føroyar at umvæla skaðan, sum skipið fekk í gjáramorgunin. Fyrst var ætlanin at fara inn í New Founlandi, men eftir at teir høvdu kannað skaðan, so var avrátt á RAN skuldi sigla til Føroyar og fáa skaðan umvældan her.
Tveir av manningini fingu skaða, men tað vísti seg, at tað vóru smærri skaðar teir fingu.
24 mans eru við RAN, teir fóru úr Føroyum 23. februar og fiskaðu fyrst á Atlantshavsrygginum, men har var ikki nógv at fáa, tí fóru teir á Flemish Cap at fiska svartkalva, teir hava 200 tons av frystum svartkalva í lastini, nú teir eru áveg heim.
Væntandi verða teir heima mánadagin ella týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald