Frystitrolarin RAN, sum hevur verið á kongafiskaveiðu í Irmingahavinum, kemur á Havnina um 4-tíðina í nátt, teir hava 190 tons av skráskornum kongafiski, sum teir skulu landa í Havn í morgin, teir byrja at landa kl. 8.
Tað eru 3 vikur síðan RAN fór úr Føroyum.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Esbern Poulsen fyri løtu síðan, hann segði at fiskiskapurin hevði verið hampuligur, teir hevði ligið um 10-14 tons um dagin.
Tað vóru ikki so nógv skip í Irmingahavinum, sum undanfarin ár - talið hevði ligið um 30 skip, íslendingar fiskaðu í íslendskum sjógvi, so einki íslendskt skip var at síggja.
Flakatrolarin Enniberg er eisini í Irmingahavinum, teir fara at sigla fyrsta dagin, Enniberg hevur eins stóra kvotu sum RAN.
Hendan túrin hava teir verið 23 mans við RAN.
Skiparin Esbern Poulsen segði, at tá ið teir fara nýggjan túr - um eini 10 dagar - tað fara teir suður ímóti Asorunum at royna eftir búrfiski.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald