2016-02-17 23:40
Frystitrolarin RAN kemur á Havnina í nátt, teir hava verið á Flemish Cap, har teir hava fiskað kongafisk og svartkalva.
Ran hevur góð 300 tons, tað var kvotan føroyingar áttu á Flemish Cap av kongafiski og svartkalva.
Ran fór avstað 2. januar - tað eru 22 mans við Ran hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald