2016-07-01 10:15
Ran fór úr Føroyum 11. juni við kós suður til Asorirnar at fiska búrfisk, teir komu á fiskileið 16. juni. Fiskiskapurin var hampuligur tveir teir fyrstu dagarnar, men síðan hevur tað verið smáligt. Vit hava frætt frá teimum, veðrið hevur verið gott, men fiskiskapurin er enn smáligur - teir hava 50 tons inni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald