2018-06-01 15:55

Frystitrolarin RAN er farin nýggjan túr, leiðin gongur í Irmingahavið at fiska kongafisk, har teir kunnnu fiska uml. 200 tons. So er ætlanin at fara til Jan Mayen, har teir eisini skulu fiska kongafisk, har kann fiskiskapurin byrja 14. juli - RAN er í løtuni miðskeiðis millum Ísland og Føroyar.
RAN hevur ligið við bryggju síðan teir komu av Flemish Kap fyri 3. mánaðum síðan, tí eingin kvota hevur verið til skipið.
Nú verður eisini møguleiki at keypa toska-kvotu í Barentshavinum, men tað verður helst stór kapping um toska-kvotuna í Barentshavinum.
Tað eru 22 mans við RAN hendan túrin, skipari er Esbern Poulsen úr Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald