Vinna

Ran aftur til fiskiskap eftir at umfatandi umvælingar eru gjørdar á MEST

....

2015-05-15 21:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flakatrolarin RAN hevur verið til umvælingar hjá MEST á Skála Skipasmiðju síðan desember í fjør. 

Báðir ljósmotorarnir eru nýggir og elskipanin er munandi útbygd, eisini eru trolspølini og trolpumpur høvuðsumvæld. Nýggj skantrol-skipan er eisini sett í skipið.

RAN loysti mikunáttina, kósin varð sett vestur í Irmingahavið, har teir fara á Kongafiskaveiðu. Nógv skip eru í Irmingahavinum, teirra millum tvey føroysk, tey eru Enniberg og Ran.

Tað eru 25 mans við RAN hendan túrin.

Sí mynd niðanfyri frá Marinetraffich, sum er úr Irmingahavinum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder