Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyrra hálvár var 795 milliónir áðrenn skatt

...

2017-08-22 07:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??rslitið aftan á skatt fyrra hálvár var 477 milliónir krónur.

Nógva virksemið í øðrum ársfjórðingi 2017 gav Bakkafrost samtakinum eitt gott rakstrarúrslit í hesum ársfjórðinginum. ??rslitini hjá alideildini og framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri vóru góð; men liðugvøruframleiðslan gav hall, tí umstøðurnar við høgum prísum á rávøruni vóru framvegis torførar.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

???Nógv virksemi var í øllum trimum virksemisøkjunum hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rávøru­keypið hjá Havsbrún var methøgt í ársfjórðinginum við 163,1 túsund tonsum av fiski. Alideildin tók 18,4 túsund tons í kruvdari vekt í ársfjórðinginum, sum er methøg tøkunøgd. Liðugvørudeildin framleiddi 5,3 túsund tons í kruvdari vekt í ársfjórðinginum. Trýstið á arbeiðsmarknaðin er stórt í Føroyum í løtuni, og hetta kann koma at ávirka virksemið.

Bakkafrost strembar eftir at ala ein burðardyggan hágóðsku laks, har dentur verður lagdur á djóra­vælferð og atlit at umhvørvinum. Í mai 2017 fekk ali­økið A-71 Funnings­fjørður ASC góðkenning, og Bakkafrost miðar ímóti, at øll aliøkini hjá felagnum hava ASC góðkenning í 2020.???

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2017 var 459 milliónir krónur saman­borið við 307 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 489 milliónir krónur samanborið við 358 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør. Liðugvørufram­leiðslan gav eitt rakstrarhall á 54 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 68 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 48 milliónir krónur samanborið við 45 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør.

Í øðrum ársfjórðingi 2017 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkunum frá 2016, ið enn eru í starvi í felag­num, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2016. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 19,6 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 4,7 milliónir krónur.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 560 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2017, og felagið hevði 719 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 64% við endan av øðrum ársfjórðingi 2017.

??TLIT

Marknaðurin

Laksamarknaðurin hevur seinasta árið verið merktur av lækkandi útboði. Høvuðsorsøkirnar hava verið alguvøkstur í Kili og lívfrøðiligar avbjóðingar í Noregi. Neiliga ávirkanin á útboðið av laksi orsakað av alguvøkstrinum í Kili helt áfram í fyrra hálvári 2017. ??tboðið av laksi væntast at venda frá einum falli í fyrra hálvári 2017 til eina øking á áleið 8-10% í øðrum hálvári 2017. Seinastu forsøgnirnar vænta ein vøkstur á 2% í 2017 í mun til eina lækking á 6% í 2016.

Aling

Bakkafrost væntar at taka 53.500 tons av laksi í 2017. ??tsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2017 verður væntandi um 11,5 milliónir smolt. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini.

Lívfrøðiliga støðan er sum heild góð í Føroyum, men lívfrøðiligi váðin er størsti váðin hjá Bakkafrost. Staðfestingin av ILA á aliøkinum Hvannasund Norður vísir týdningin av eini góðari aliskipan, har sjúku­fyribyrging og tilbúgving verða raðfestar sera høgt. Tøkan av fiskinum á Hvannasundi Norður var liðug 12. apríl 2017, og økið er nú í hvíldarskeiði. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Niðurberjing av laksalús krevur nógva orku og er partur av lívfrøðiliga váðanum. Bakkafrost miðar eftir alsamt at minka ??? og sum frálíður sleppa undan ??? nýtslu av kemiskum evnum í viðgerð móti laksalús.

Liðugvørur

Málið hjá Bakkafrost er, at umleið 40-50% av aliframleiðsluni verða seld sum liðugvøra til fastar prísir. Søluavtalur fyri liðugvørur verða gjørdar fyri eitt tíðarskeið millum seks til tólv mánaðir. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 58% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2017. Hetta svarar til eina væntaða sølu í sáttmálum á umleið 40% fyri alt árið 2017.

Mjøl, lýsi og fóður

??tlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2017 hjá ICES av svartkjafti er 1.342 túsund tons samanborið við 776 túsund tons fyri 2016. Samstundis eru tilmælini fyri sild og makrel eisini økt. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist komandi ár orsakað av hægri kvotum.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2017.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram­tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

Allar deildir á nýggja laksavirkinum á Glyvrum eru nú farnar undir virksemi. Sjey virkir eru latin aftur, og samlaða virksemið, sum virkini høvdu frammanundan, er sameint í eina eind. Eykakostnaðir eru í byrjunartíðarskeiðinum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fer at síggjast so við og við frá 2017.

Bakkafrost er farið undir at dagføra kryvjivirksemið í Vági í Suðuroy. Íløgukostnaðurin verður mettur til áleið 35 milliónir krónur.

Bakkafrost ætlar at økja um virðið á innvøli og øllum avskurði frá laksinum, sum kemur frá framleiðsl­uni. Bakkafrost ger tí íløgur í eina nýggja laksamjøl- og lýsiframleiðslu á Havsbrún í Fuglafirði, sum væntandi kann byrja framleiðslu seint í 2017. Endamálið er at geva eitt íkast til raksturin og at tryggja enn burðardyggari framleiðslu.

Fíggjarliga støðan

??tlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og atgongdin til altjóða fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder