Góðu bygdafólk, góðu nýggjársgestir. Fyrst av øllum fari eg at takka fyriskiparunum fyri, at eg havi fingið møguleikan at halda røðuna í kvøld. Tá eg hugsi aftur á nýggjárið sum barn og ung, er tað serliga hetta tiltakið eg minnist væl. So at standa her og halda nýggjársrøðuna í nátt, nú eg eri flutt aftur til Sandavágs, eftir at hava búð í Havn í næstan 15 ár, taki eg sum ein heiður.
Enn eitt ár er farið afturum, 2015 er nú søga og 2016 veruleiki.
Fyri onkran okkara hevur 2015 verið eitt ár merkt av gleði, onkur bleiv kanska mamma ella pápi, onkur fekk sett føtur undir egið borð, onkur annar fekk dreymastarvið o.s.fr. Men onkur annar lítur kanska aftur á eitt ár, sum var merkt av stúran og sorg. Tey hava kanska havt sjúku at dragast við ella hava mist onkran av sínum kæru, ella hava havt mótgang á annan hátt. Í einari bygd sum okkara, er størsta styrkin nokk tann, at vit koma hvørjum øðrum við. Tá tað gongst onkrum væl, kunnu vit gleðast saman og tá onkur missir ein av sínum kæru ella fer ígjøgnum svárar tíðir, kunnu vit syrgja saman við teimum.
Tað, at merkja, at onnur hava áhuga í tær og hvat tú fæst við, er ótrúliga gevandi. Vit menniskju eru soleiðis innrættaði, at vit hava brúk fyri hvørjum øðrum, og tí skulu vit altíð royna at vera menniskjalig. Vit skulu ikki bara trúgva uppá okkum sjálvi, vit eiga eisini at trúgva uppá onnur. Vit skulu vísa øðrum álit og heldur stuðla hvørjum øðrum, enn at oyðileggja fyri hvønn annan. Hesi viðurskifti eru galdandi allastaðni vit eru, í bygdalívinum, á arbeiðsmarknaðinum, í skúlanum og í okkara heimliga umhvørvi.
Nú eg sjálv eri flutt til Sandavágs aftur, havi eg serliga bitið merki í, at fólk her geva sær betri tíð til at steðga á og tosa saman. Her er nokkso bygdasligt, vildi onkur kanska sagt, men júst tað er so ótrúliga deiligt. Samfelagið krevur meira og meira av okkara tíð. Vit hava nokk aldrin fyrr havt so nógvar hentleikar, sum skulu lætta um okkara gerandisdag, men vit hava heldur ongantíð havt so lítla tíð til at vera saman, sum nú. So vónandi fara vit at halda fast í hesum, at steðga á og tosa saman og bara støkka inn á gólvið hjá hvørjum øðrum, tí tað er als ikki ein sjálvfylgja, um vit hyggja kring okkum. Vit skulu ikki longri enn til okkara grannalond, fyri at síggja, at slíkt næstan er dottið burtur.
Fyrr var dansur ella okkurt tiltak næstan hvørt vikuskifti og øll høgtíðskvøld. Nú er tað nakrar fáar ferðir um árið. Og tá nakað er, er ofta trupult at fáa fólk at velja tað fram um býarlívið í Havn. Men tað vísir seg, at um vit skipa fyri tiltøkum og lata tey í ein nýggjan ham, so er lættari at fáa fólk at koma, eisini tey ungu. Hetta er Vestanstevnan eitt dømi um. Tað, at fyriskipararnir hugsaðu øðrvísi og valdu at royna nakað nýtt, fekk eina felagskenslu fram í fólki, nú var hetta eitt felags átak hjá okkum øllum, brúk var fyri øllum og øll kundu vera við. Stevnur hava annars fingið tað skoðsmál, at tær eru við at detta burtur, men her í Sandavági var Vestanstevnan kanska størri og litríkari enn nakrantíð fyrr.
Onnur dømi um hetta kann t.d. Vera, tá fólk hava skipað fyri stovukonsertum heima hjá sær sjálvum, ella tiltakið ???Húsagongd???, har konsertir vóru heima í 7 húsum. Hesi tiltøk hava verið sera væl vitjað, bæði av ungum og eldri.
Nakað av tí, sum í almenna rúminum hevur sermerkt 2015, var Løgtingsvalið 1. september. Vit fingu eina nýggja samgongu og nýggjan løgmann. Fyri nøkur var hetta gleðiligt og boðar frá nýggjum møguleikum, fyri onnur varð hetta minni gott, og er ikki so gleðiligt. Nýggj evni eru sett á politisku dagsskránna. M.a. hevur kjakið um fiskivinnu-nýskipanina fylt nógv síðan valið, eins og kjakið um, hvørt samkynd skulu hava møguleika at gifta seg, eisini hevur fylt nógv.
??ansæð hvørja politiska áskoðan vit hava, so kunnu vit saman gleðast um, at vit búgva í einum landi, har vit hava møguleika at fara á val og gera okkara ávirkan galdandi, og at vit hava møguleika at blanda okkum upp í kjakið og kunnu siga okkara meining uttan at bera ótta fyri nøkrum. Hetta er ikki ein sjálvfylgja fyri nógvum av okkara medmenniskjum aðrastaðni í heiminum.
2015 varð eitt ár, sum hevur verið merkt av ófriði í heiminum. Mett verður at umleið ein millión flóttafólk eru komin til Europa, tvørtur um Miðalhavið. Hvussu nógv IKKI hava klárað hesa vandamiklu ferð, kunnu vit nokk ikki ímynda okkum. Kjakið um, hvørt vit skulu taka flóttafólk til Føroya ella ei, hevur fylt nógv í almenna rúminum og millum fólk. Um vit eiga at taka ímóti flóttafólki, skal eg ikki fara at koma meira inn á í hesari røðuni, men vit kunnu nýta hetta høvið til at vera takksom fyri, at vit búgva í einum friðarligum landi, har vit eru trygg, hava tak yvir høvdið og har vit hava so nógvar og góðar møguleikar at lívbjarga okkum og okkara.
Eitt annað, sum fekk okkum øll at gleðast saman, og har vit veruliga vóru errin av og stóðu saman sum tjóð, var tá føroyska fótbóltslandsliðið framdi tað bragd at vinna á Grikkalandi. Sovorðnar løtur eru ótrúliga stuttligar fyri øll, bæði børn og vaksin, og koma at sita so rimmarfastar í minninum hjá okkum, júst sum tá vit á sinni vunnu á Eysturríki.
Sum eg áður varð inni á, so varð Vestanstevnan í Sandavági síðsta summar, og samstundis høvdu vit vitjan av okkara íslendsku vinum úr Neskaupsstaði. Hesaferð var eitt sera stórt ferðalag komið, og vit høvdu nakrar hugnaligar dagar saman. Í samband við Vestanstevnuna varð bygdin býtt upp í økir, sum fingu hvør sín lit. Ikki kann sigast annað, enn at bygdafólkið gekk upp í hetta við lív og sál! Neyvan hevur nakar málingahandil fyrr selt so nógva máling, uppá so stutta tíð, sum í samband við hetta átakið, og ikki var nógv sum slapp undan at vera málað og pyntað, fólk vóru sera uppfinnsom og kreativ. Og tann stóra finalan var, tá Vestanstevnan varð sett og skrúðgonga var, har hvør litur setti sín festliga dám á. Hetta var sera stuttligt og skapti nógvan hugna.
Men tað, sum nokk kemur at fylla mest í hugaheiminum hjá okkum øllum, tá hugsað verður um 2015, verður helst sólarmyrkingin 20. mars. Hetta var ein dagur, sum vit gleddu okkum til. Í fyrstani tá vit hoyrdu um at hetta fyribrigdið fór at vera, og fór at síggjast best í Føroyum, var tað kanska eitt sindur fjart. Men nærri vit komu hesum stóra degi, størri gjørdist spenningurin. Onkur mintist sólarmyrkingina, sum var í 1954, og fleiri av okkum høvdu hoyrt søgur frá hesi hending, m.a. at hønurnar fóru upp á vaglið og at onkur helt hetta vera heimsins endi. Nógv ferðafólk kom til Føroya at uppliva sólarmyrkingina og alt landið hevði veruliga gjørt seg út til hesa stóru hending. Fólk fingu frí frá arbeiði, børn fingu frí úr skúlanum og nógv varð gjørt burturúr, so at dagurin kundi vera heilt serligur fyri okkum øll. Og vit eru helst øll samd um, at hetta var ein sera stórsligin uppliving! Eg vænti at tey flestu av okkum vóru ovfarin av, HVUSSU stórt hetta var. Hvussu kalt tað bleiv, tá sólin fór undir, hvussu myrkt tað bleiv, hvussu djórini reageraðu uppá myrkrið. Og ikki minst, hvussu fantastiska vakurt ljósið varð, bæði tá sólin fór undir og tá hon byrjaði at koma undan aftur. Og tá sólin kom undan aftur, hoyrdust gleðisróp, tá fólk í ovfarakæti fegnaðust um at hon kom fram aftur. Helst hevur tað ikki verið ætlanin at rópt, men hendan hendingin var so serstøk og stórbær, at hon á ein ella annan hátt ávirkaði okkum á hendan hátt.
Sólarmyrkingin, eins og lívið, vísti okkum, at tað viðhvørt kann vera myrkt og kalt. Men ljósið kemur aftur og júst sum tá ljósið kom aftur eftir fullu sólarmyrkingina, so gongur tað ímóti ljósari tíðum. Dagarnir leingjast og várið nærkast, og áðrenn vit vita av, so standa blómurnar aftur so farvuríkar, grasið er grønt og smálombini spæla sær á bønum, og tað síggja vit fram ímóti.
Við hesum orðum fari eg at takka fyri farna árið og ynskja okkum øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár. Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald