Ítróttur

Ragnar tvífaldur meistari

...

2015-09-06 23:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ragnar Isaksen er besti golfspælari í Tórshavnar Golffelag. Tað prógvaði hann á Glyvursnesi tá hann í dag vann felagsmeistaraheitið í holspæli.

Fyri tveimum vikum síðani vann hann meistaraheitið í slagspæli, og hetta vikuskiftið var meistarakapping í sonevndum holspæli millum 8 teir bestu í hinari kappingini.

Holspæl verður spælt ein móti einum, og kappingin varð tí skipað sum cup-kapping. Ragnar Isaksen og Palli Henriksen spældu seg fram til finaluna, sum var sera jøvn, og Ragnar avgjørdi ikki dystin fyrr enn á 18. og seinasta holi.

Kappingin um triðja plássið var líka jøvn og ikki avgjørd fyrr enn á seinasta holi. Hon stóð millum Petur Jacobsen og Finn Jensen, og tað var Petur Jacobsen, sum vann tann dystin.

Hetta var tann seinasta av teimum stóru golfkappingunum í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder