TB og Dráttur leiktu í gjár finaluna í steypakappingini hjá kvinnum í flogbólti. Dráttur vann dystin 3-2, og eru tí steypavinnarar hjá kvinnum. JN.fo hitti Ragnar í Haraldstovu venjara hjá Drátti beint eftir dystin.
Vit spurdu fyrst Ragnar, hví TB kláraði at koma í dystin aftur hvørja fer Dráttur kom framum í settum.
- Eg haldi at TB servaði sera væl. Vit hava eisini tosa um, at vit plaga at lata ov nógvar bóltar á ræð, tað haldi eg eisini at vit gjørdu í hesum dystinum.
Vit spurdu eisini Ragnar, hvat var styrkin hjá Drátti í dystinum.
- Styrkin hjá okkum var, at vit høvdu nakrar royndar leikarar við, sum vita hvat tað dragar seg um, eg kundi seta fólk inn, eg kundi t.d. seta Helgu, Herborg og Kristinu sum eg skifti av og á, og tað riggaði øguliga væl við teimum royndu leikarnum.
Til síðst spurdu vit Ragnar, um Dráttur nú fer eftir greipuni.
- Nú sær alt lovandi út, nú mugu vit fara eftir greipuni, men vit skulu fyrst longur uppá stigatalvuni, so nú má hart arbeiða gerðast, so at vit sleppa longur uppá stigatalvuni segði ein fegin Ragnar.
Sí myndir frá sigurshandanini her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald