Tað er lívsneyðugt, at vit fáa Heimaflotan at tjena pengar aftur. ??ll tosa um hvussu fantastiskt, tað gongur í fiskivinnuni. Men eg haldi, at tað gongur av skriðuni til, undir Føroyum. Tey fólk í sigla undir Føroyum í dag, tjena so lítið, at tað gevur nógv meira at arbeiða heima fulla tíð, tað kann ikki vera rætt, at sjófólk noyðast at vera burtur í upp til 300 dagar um ári, fyri at tjena 250.000kr í ársinntøku.
Hettar fara vit í Javnaðarflokkinum at broyta uppá, um vit fáa tykkara álit. Hettar skal gerast við avtalum við onnur lond, tey fáa Makrel, Svartkjaft og møguliga Sild. Har vit aftur fyri fáa botnfisk til línubátar, partrolarar og lemmaskip.
Hettar gerð eisini, at vit kunnu fylgja tilráðingunum frá fiskifrøðini, uttan at manning og skip fara av knóranum. Taka vit bara dømi frá línuskipunum í vóru á Flemish cap í ár, vísti tað, at tað kann bjarga manning og skipi árið, av 400 tonsum av toski í fremmandum sjógvi.
Velji tí meg á Ting.
Kristoffur Gaardlykke
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald