Politikkur

Rættvís handfaring av Atlantic Airways

...

2016-10-19 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Rættvís handfaring av Atlantic Airways?

  Munnligur fyrispurningurtilHenrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

Viðvíkjandi kappingartreytunum frá Vágafloghavn

1. Er landsstýrismaðurin vitandi um, at Vága Floghavn herfyri beyð privatum fyritøkum og almennum stovnum til fundar, og at tá umboð fyri stovnar og fyritøkur møttu upp, tók Vága Floghavn ímóti og leiddi tey til umboð fyri SAS, so hesi kundu fáa samband við stórkundarnar hjá Atlantic Airways?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at almenna partafelagið, Vága Floghavn, ber seg rætt at, tá tað soleiðis beinleiðis velur at umboða ein kappingarneyta hjá partafelagnum Atlantic Airways?

3. Kann landsstýrismaðurin vátta, at SAS ikki hevur fingið nakrar sersømdir fram um Atlantic Airways viðvíkjandi prísum á gjøldum, serligum marknaðarátøkum og til dømis húsaleigu?

Viðmerkingar:

Í 2014 gjørdi Løgtingið av, at Atlantsflog skuldi keypa privata partin av felagnum, so hetta bleiv 100% almenn ogn. Atlantsflog bleiv við hesum 70 mió kr. fátækari. Í somu floghavn eigur landsstýrið eitt annað 100% alment felag, nevniliga P/f Vága Floghavn.

Nú hevur Vága Floghavn boðað frá, at SAS kemur at kappast við Atlantic Airways á Føroyarutuni. Vága Floghavn væntar, at við hesum koma fleiri og nýggj ferðandi til Føroya.

Kapping er góð, men um tryggjast skal kapping, er fyritreytin, at talan er um somu kappingartreytir, ella doyr kappingin skjótt, og tann ferðandi rindar prísin. Tað hevur ljóðað, at almenna Vága Floghavn hevur bjóðað øllum stórum kundum í Føroyum, privatum sum almennum, til fundar. Tá hesi hava møtt upp, eru tey móttikin av Vága Floghavn og síðan víst til fundar við SAS. Spurt verður, um landsststýrismaðurin er vitandi um hetta, og um hann heldur, at hetta er uppgávan hjá Vága Floghavn.

Eisini verður spurt, um SAS hevur somu treytir sum Atlantic Airways at brúka Vága Floghavn.

Á Løgtingi, 19. oktober 2016

Jørgen Niclasen???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder