Landsstýrisfólkini Karsten Hansen og Annika Olsen hava í dag gjørt semju um, at rætturin til endurvenjing og endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið eigur at verða staðfestur við lóg.
Semjan er soljóðandi:
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í longri tíð arbeitt við at loysa tær avbjóðingar, ið eru viðvíkjandi endurvenjing/endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið í Føroyum. Fleiri snávingarsteinar hava verið á vegnum, men nú hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum fingið semju við landsstýriskvinnuna í almannamálum um, hvussu víðari skal farast fram í málinum.
Landsstýrisfólkini eru samd um, at rætturin til endurvenjing/endurmenning innan bæði heilsu- og almannaøkið eigur at verða staðfestur við lóg. Eisini eigur at verða tryggjað, at sjúklingar, sum hava fingið viðgerð og endurvenjing á sjúkrahúsverkinum, og sum verða útskrivaðir, so skjótt sum gjørligt fáa nøktandi endurvenjing/endurmenning frá almannaverkinum. Tryggjast má, at sjúklingar ikki detta niðurímillum, soleiðis at teir ikki fáa tilboð um endurvenjing/endurmenning.
Fyrsta stigið á leiðini verður, at landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur fyri Løgtingið lógaruppskot um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sum ásetur rætt til endurvenjing innan sjúkrahúsverkið, umframt rætt til endurvenjingarætlan. Í lógarbroytingini fær landsstýrismaðurin í heilsumálum heimild at áseta nærri reglur um endurvenjing og endurvenjingarætlanir innan sjúkrahúsverkið í m.a. kunngerð. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt pr. 1. juni 2015.
Næsta stigið á leiðini verður, at landsstýriskvinnan í almannamálum, skjótast gjørligt og helst í hesari tingsetuni, ásetir rætt til endurvenjing/endurmenning innan almannaverkið í forsorgarlógini. Í hesum sambandi verður eisini neyðugt at endurskoða ásetingarnar um endurvenjing/endurmenning, sum eru í lóg um heimatønastu, eldrarøkt v.m.
Um Løgtingið samtykkir broytingarnar í sjúkrahúsverkslógini og forsorgarlógini í hesari tingsetuni, er ætlanin, at landsstýrisfólkini í heilsu- og almannamálum skulu samstarva um at áseta reglur í kunngerðum á ávíkivíst almannaøkinum og heilsuøkinum, soleiðis at rætturin til endurvenjing/endurmenning, ið verður ásettur í lóg, verður nærri útgreinaður. Harumframt skal tryggjast, at sjúklingurin ikki dettur ímillum tvær skipanir, men fær sín rætt til endurvenjing/endurmenning, tá ið hann verður útskrivaður av sjúkrahúsverkinum.
Um Løgtingið bert samtykkir broyting í sjúkrahúsverkslógini í hesari tingsetuni, verður arbeiðið sett í gongd at tilevna kunngerð v.m. á heilsuøkinum.
Landsstýrisfólkini seta ein verkætlanarbólk, við starvsfólkum úr almanna- og heilsumálaráðnum, at standa fyri arbeiðinum. Heilsumálaráðið hevur verkætlanarleiðsluna. Verkætlanarbólkurin eigur at víðkast við umboðum frá kommununum. Verkætlanarlýsing verður gjørd fyrst í komandi ári.
Við hesari semju vóna landsstýrisfólkini, at fáa eina vælvirkandi og samanhangandi endurvenjing/endurmenning at virka í Føroyum. Ein tænasta, sum skal bjóða øllum sjúklinginum nøktandi endurvenjing/endurmenning frá tí at tørvur verður staðfestur og til tess at sjúklingurin, í tann mun tað ber til, aftur er vorðin sjálvhjálpin og er komin trygt til sættis í sínum gerandislívi.
Heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald