Politikkur

Rættleiðing viðv. orðaskiftinum um barlastarvatn

...

2013-11-09 15:21 Author image
placeholder

Undir orðaskiftinum um barlastarvatn, sum var í Løgtinginum í hósdagin, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði munnligum fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, tykist bland vera komið í nøkur hugtøk, sum verða brúkt í sambandi við, at reglur fara at verða settar til barlastarvatn í Føroyum. Tí ein stutt rættleiðing at greiða íkomnu fløkjurnar:

Tað verður ikki ásett bann fyri at tøma barlastarvatn í føroyskari havn. Kravið verður, at skip skulu útskifta teirra barlastarvatn við heimasjógvi uttan fyri 50 ella 200 fjórðingar, har dýpið er 200 m, og so kann hetta vatnið lógliga pumpast út í føroyskari havn. Á henda hátt verður vandin fyri, at barlastarvatnið inniheldur fremmandar og møguligar smittuelvandi verur, hildin niðri. Sostatt kann heimasjógvur lógliga pumpast út í føroyskum havnum.
Landsstýrismaðurin kennir bæði til donsku og norsku kunngerðina, sum seta krøv til barlastarvatn. Báðar kunngerðirnar fylgja ásetingunum í barlastvatnsáttmálanum, og tað fer føroyska kunngerðin eisini at gera.
Í hesum liggur eisini, at um eitt skip siglir framvið Føroyum, men skipið kemur soleiðis fyri, at tað av trygdarávum má pumpa fremmant barlastarvatn í havið, so verður hetta skip ikki rættarsøkt fyri brot á reglurnar.
Sambært IMO-sáttmálanum skal alt barlastarvatn reinsast í 2017. Reinsaða barlastvatnið kann tá eisini pumpast út í føroyska havn, tí reinsingin skal vera so mikið góð, at hon týnir allar fremmandar og møguliga smittuelvandi verur í vatninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder