Í KVF í gjárkvøldi segði Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, at ein nevndarfundur ikki hevði verið.
Torbjørn Jacobsen luttók sjálvur á fundinum. Tí veit hann av, at fundurin hevur verið.
Ein av nevndarlimunum noktaði at skriva undir gerðabókina. Tað veit Torbjørn Jacobsen er ólógligt. Eg, sum nevndarformaður, kærdi nevndarlimin til kommunala eftirlitið fyri at nokta at skriva undir gerðabókina.
Torbjørn Jacobsen veit, at skrivarin á tí fundinum noktaði at skriva í gerðabókina, tað sum Torbjørn sjálvur segði á tí nevndarfundinum. Gangi út frá, at tað er onkur orsøk til at Torbjørn Jacobsen velur at gloyma galdandi lógir. Og tað, at hann onki afturvísir av tí eg havi sagt, ger ikki illgrunan minni.
Gangi út frá, at tað er ein orsøk til, at Torbjørn Jacobsen nú pástendur, at hasin fundurin ikki er til.
Á býráðsfundi í hóskvøldið, noktaði Torbjørn Jacobsen eisini, at eg fekk mína serstøðu í gerðabókina. ??ll, eisini Torbjørn, vita, at hetta er ólógligt.
Orsøkin til at eg eri ein trupulleiki eru ivaleyst nakrir av hesum:
Ein vinmaður hjá Torbjørn Jacobsen hevur fingið loyvið at broyta eitt neyst, hóast umsitingin ikki megnar at greiða frá, hví loyvið er givið. Neystið er í landbúnaðarøki og friðaðari fjøru. Bygg bara segði borgarstjórin.
Onkur hevur selt 1000 fermetrar av einum grundøki, sum eitt felag annars leigar frá kommununi, til eitt annað felag, hóast tað ongantíð er samtykt í býráðnum. Gamli eigarin visti einki, fyrr enn nýggi eigarin stóð í túninum.
Ein saltari er keyptur, hóast fíggjarnevndin segði nei. Tað gongur, so leingi hinir í fíggjarnevndini nokta at siga sannleikan, men hann kemur helst fyri ein dag.
Ein rennigravari er í ordra, hóast hann ikki er viðgjørdur í nevnd.
Eykajáttan er júst samtykt, hóast forkvinnan í nevndini upplýsti, at málið ongantíð hevur verið fyri í nevndini.
Og so ikki at gloyma, at eg og Torbjørn Jacobsen møttist í rættinum um eina gávu, sum borgarstjórin hevði givið, hóast hann ikki átti hana. Men hon kom so á rætta stað við rættarsemju.
Og soleiðis kunnu vit blíva við. Sanniliga er skilið gott.
Fyrr ella seinni skilja býráðslimir tað eisini. Eg skilji teir. Soleiðis sum eg verði viðfarin, dugi eg væl at siggja, at teir eru meira ræddir fyri borgarstjóranum enn fyri mær.
Men eg ætli mær framhaldandi at arbeiða fyri borgararnar í Runavíkar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald