JN

Rættleiðing til Kringvarp Føroya

...

2015-08-26 01:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað bleiv borið fram í Degi og Viku í kvøld at eg ikki vildi gera viðmerking til úttalilsir á veljarafundinum í Runavík tórskvøldið.

Hetta er beinleiðis ósatt. Eg bjóðaði mær til at koma í beinleiðis sjónvarp, antin sum kjak ella samrøðu.

Innslagið var, eins og sendingarnar um fiskivinnuna, sum vóru vístar í vetur, eitt álop á mín persón, men hesuferð slapp eg ikki at svara fyri meg í sjónvarpsstovuni.

Umrøddu mál eru trupul at greiða frá, og tí er umráðandi, at útsagnirnar koma beinleiðis frá mær.

??ttalilsir um fremmandan kapital og at pengarnir fara í lumman hjá reiðaranum, eru bluff. Tað sum Árni Gregersen segði í sendingini var rætt. Ongin kann taka pengar úr einum felag uttan at rinda skatt.

Sølan av Krúnborg vísur júst tað, sum eg havi víst á. Felagið rindaði nógvan skatt til land og kommunu, og pengarnir blivu settir í ymiskar verkætlanir, og arbeiða framhaldandi í samfelagnum, har teir skapa vøkstur og valferð.

Harmuligt at kringvarpið, í einum valstríðið, ikki hevur javnvág í tíðindaflutninginum.

Jacob Vestergaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder