2016-07-14 21:35
Føroya Fiskimannafelag: Í greinini um roknskapin hjá Framherja, sum Føroya Fiskimannafelag almannakunngjørdi á heimasíðuni mikudagin, varð sagt, at Anfinn Olsen, reiðari, sjálvur hevði verið frammi og greitt frá tølunum og millum annað sagt, at reiðaríið hevði goldið 35,2 milliónir krónur í skatti og avgjøldum.
Tað er tó ikki rætt, at Anfinn Olsen hevur úttalað seg til fjølmiðlarnar um hetta, og Fiskimannafelagið átti sjálvsagt at eftirkannað hetta, áðrenn greinastubbin varð lagdur út.
Umrødda grein er nú rættað og kann lesast her.
Vit harmast mistakið og biðja hervið alment Anfinn Olsen um umbering fyri tað.
Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald