Umboð fyri Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava lagt fram ein lógarpakka, sum skal tryggja javnrættindi til samkyndar familjur og børn teirra.
Fleiri samkyndar familjur hava vístámanglandi rættindi í lóggávuni.Tí er hetta eitt umráðandi mál at loysa.
Enn hevur meirilutin á tingi ikki tikið undir við at gevasamkyndumjavnrættindi. Løgmaður hevur sagt, at hannætlar atloysa málið, men enn eronkihent.
Tað er átrokandi at loysa avbjóðingina, og tí verður lógarpakkin lagdur fram.
- Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við foreldrunum. Tí tað er hesa tíðina, at tryggleikin og tøttu bondini restina av lívinum verða knýtt, skrivaumboð fyriflokkarnar.
Lógarpakkin við fleiri uppskotum er enn eitt fet á leiðini at fáa fult javnsett rættindi fyri samkyndar borgarar í Føroyum. Talan er um rættin til sammóðurskap, barsilsrættindi og arvarættindi við meira, sum verða tryggjað fyri familjurnar.
Við hesum verður eitt avgerandi fet tikið í mun til at skapa javnstøðu í familjurættarligu lóggávuni.
Á Løgtingi, 10. september 2021,
Uppskotssetarar fyri Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi
Les uppskotini í lógarpakkanum her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald